Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættast at framskunda fíggingina til Viðareiðistunnilin

Bjørn Kalsø

Tað er ikki á hvørjum degi, at vit frætta tíðindi um, at almennar byggiverkætlanir ganga skjótari enn vænta. Men tað er sjón fyri søgn í sambandi við arbeiðið at gera Viðareiðistunnilin.

Tað er ikki á hvørjum degi, at vit frætta tíðindi um, at almennar byggiverkætlanir ganga skjótari enn vænta. Men tað er sjón fyri søgn í sambandi við arbeiðið at gera Viðareiðistunnilin.

Tíverri sær út til, at almenna játtanarskipanin ikki fylgir við í hesum føri, og at tað kann virka við til, at arbeiðið verður seinkað.

Fari tí at mæla til, at politiska skipanin finnur útvegir fyri at framskunda neyðugu fíggingina, so arbeiðið ikki steðgar fyri síðan at verða uppafturtikið seinni. At framskunda játtanina er tað einasta rætta, tí tað tænir ongum endamáli at seinka verkætlanini við einum óneyðugum steðgi, og á tann hátt fáa minni fyri peningin.

Tunlar Norður um Fjall, tá Viðareiðistunnilin er liðugur

Tað er stórt framstig fyri farleiðina til Viðareiðis, at tunnil nú verður gjørdur, men um økið Eystan Múla, alt sum tað er skal mennast, er neyðugt, at tunlarnir Norður um Fjall eisini verða gjørdir av nýggjum beinanvegin. Bæði vinnulívið og felagslívið hava hesa íløgu fyri neyðini.

25. mai 2009 varð verklagslóg samtykt á Løgtingi, sum m.a. ásetingar um, at:

1) nýggjur tunnil verður gjørdur millum Klaksvík og Árnafjørð á leið har, sum verandi tunnil er,

2) nýggjur tunnil verður gjørdur millum Árnafjørð og Norðtoftir á leið har, sum verandi tunnil er,

3) vegir verða gjørdir millum nýggju tunlarnar, og knýtt verður í verandi landsvegir

4) Ásetingar um byggikostnað.

Aðrar fyrireikingar eru eisini gjørdar, so grundarlagið er tí gott at fara undir at gera tunlarnar Norður um Fjall beinanvegin, tá tunnilin til Viðareiðis er gjørdur.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður