Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rætting: Tað er kommunan, sum skrivar parkeringsbøtur

Jóhann Lützen

Fryntligi leiðarin á løgreglustøðini í Klaksvík ringdi til Norðlýsið við nøkrum rættleiðingum til okkara stubba

Leiðarin upplýsti, at tað er parkeringsvørurin hjá Klaksvíkar kommunu, sum skrivar út parkeringbøtur og at peningurin fer í kommunukassan. 

Hetta var eisini tað vit hildu, men okkara kelda var ivaleys um, at tað var løgreglan, ið skrivaði út bøturnar. Men tað er also parkeringsvørurin hjá kommununi. 

Tað er heilt nógvur kritikkur á sosialu miðlunum av kavaruddingini hjá kommununi. Og at kommunan samstundis skrivar út bøtur fær ivaleyst ilt í nógvar bilstjórar.