Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rætting til tunnilsblaðið

Jákup Ósá

Dystirnir í Effodeildini seinastu umførini vera ikki leiktir leygardag, sum stendur í blaðnum.

Dystirnir í Effodeildini seinastu umførini vera ikki leiktir leygardag, sum stendur í blaðnum.

Í tunnilsblaðnum, ið er komið í hvørt hús, stendur, at dystirnir seinastu umførini í Effodeildini eru fluttir til leygardag vegna veður fortreytir. Hetta var eisini ætlanin fyrr í ár, men er ikki rætt. Tí øll tey seinastu umførini uttan tað seinasta vera leikt sunnudag. Undantikið KÍ-EB/Streymur, sum leika leygardagin og AB-KÍ, sum leika næsta leygardag tann 5. oktober.

Men áður hava vit sæð, at um veður forsagnirnar lova keðiligt veður sunnudag, men munandi betri leygardag, so vera umførini flutt til leygardag. Tað kann møguliga hendan seinastu umførini.

Norðlýsið biður lesararnir um umbering fyri mistakið.