Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættleiðing frá Atlantic Airways mánadagin, 18. november 2013

John William Joensen

Danska netsíðan, Travel People Magazine, førdi sunnudagin fram ymsar pástandir, sum eru púra burturvið í málinum um stjóraskiftið í Atlantic Airways. Talan er um pástandir, sum eyðsæð byggja á gitingar, og tí kennir nevndin tað sum sína skyldu at rættleiða tíðindini, sum Travel People Magazine hevur borið.

Vísandi til tíðindaskrivið leygarkvøldið var tað nevndin í Atlantic Airways, sum tók stig til at fremja broytingar og seta nýggja stjóran í starv.

Fráfaringaravtalan hjá fyrrverandi stjóranum byggir á løn í tvey ár, sum hann hevur rætt til sambært setanarsáttmálanum. Nevndin leggur dent á, at tølini ikki verða latin almenninginum, tí talan er um trúnaðarviðurskifti í einum setanarsáttmála og eini fráfaringaravtalu. Kortini noyðist nevndin at staðfesta alment, at fráfaringarlønin er nógv lægri enn tær gitingar Travel People Magazine hevur borið fram.

Nevndin vil eisini gera greitt, at ongar ætlanir eru um at lata leigaðu Airbus- flogførini aftur, fyrr enn leigutíðarskeiðini eru av í september 2016.

Niels Mortensen
nevndarformaður