Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættleiðing frá Kristian Fríðrikk Olsen

John William Joensen

Tað er ofta nemt at verað eftirklókur, tað er í hvussu er galdandi fyri samrøðuna eg hevði við Norðlýsið um Phønix/grannskoðara viðgerðina í býráðnum.

– Eg kundi havt ringt til Norðlýsið beinan vegin fyri at vita um eg var rætt skiltur í samrøðuni, sum var sera stutt, men tað gjørdi eg ikki og tað gerst so ikki við.

– Eg standi við alt sum eg segði um at tað var ikki rætt at fara eftir grannskoðaranum og sum svar uppá spurning hjá Norðlýsinum um Jákup Mikkelsen var òseriøsur, so er svarið framvegis ja, ikki bert við uppskotinum um at skifta grannskoðara, men eisini øllum undanspæinum og tað sum var rundan um fundin.

– Tað sum gerð mær ilt er at Norðlýsið eftir øllum at døma hevur misskilt meg í samband við politisku viðgerðina, serliga í figgjarnevndini. Tað sum eg meinti við var at einasta, sum stendur eftir frá politisku viðgerðini tá málið kom upp, eru nøkur kut úr fjøllmiðlunum, har figgjarnevndarlimir ikki minnast um teir eru kunnaðir (munnliga). Og so endar málið hjá landsmynduleikunum, og tíðin gongur og so er málið bráddliga firna.

– Sjálvandi hava fíggjarnevndarlimirnir sum tá sótu ikki verið við til at viðgjørt hetta mál á skrift, tí so hevði tað framgingið av málsviðgerðini.

-Sum tað verður lagt framm í greinini so vil eg harta fyrrverandi fíggjarnevndarlimir fyri ryggloysið. So er als ikki, eg kann bert rósa teimum fyri nærlagni, skinsemi og góð evnir til at finna loysnir.

– Eg trúgvi heldur ikki at málið hevði enda við at grannskoðarin bleiv útskiftir. Nei, fyrst tá hevði øsingin og heksajaktin byrja.

– Hendan rættleiðingin er seinka tí eg var upptikin allan gjárdagin og tí kemur hon fyrst nú – orðsaka og annars tøkk til Norðlýsið.

Kristian Fríðrikk Olsen

Harleyfacadeacryl