Síðani Vodafone kom við 4G á føroyska fjarskiftismarknaðin, hava ávísir fjølmiðlar borið tíðindi, sum ikki eru røtt, og skal Vodafone tí koma við eini rættleiðing.
Síðani Vodafone kom við 4G á føroyska fjarskiftismarknaðin, hava ávísir fjølmiðlar borið tíðindi, sum ikki eru røtt, og skal Vodafone tí koma við eini rættleiðing.
Tá tað verður róð uppundir, at nýggja netið hjá Vodafone er minni tíðarsvarandi enn netið, sum kappingarneytin hevur ætlanir um at bjóða sínum kundum innanfyri tað komandi árið, so er hetta ikki rætt. Vodafone hevur nýggjastu og bestu 4G tøkni, sum finst á marknaðinum.
Hægsta ferðin, sum Vodafone hevur mált í hesi vikuni er 102 Mbit/s. Hægsta ferðin, ella “teoretiska ferðin”, er 150 Mbit/s. Tá fleiri eru á netinum í senn, verður ferðin nakað lægri hjá hvørjum einstøkum. Ferðin verður eisini nakað lægri, um brúkarin stendur langt frá sendara-antennuni. Roknast kann tí við eini meðalferð, sum er lægri enn hægsta ferðin.
Tá Vodafone hevur boðað sínum kundum frá, at downloadferðin verður upp til 50 mbit/s, so er er tað tí at Vodafone velur ikki at bera sínum kundum reingjandi tíðindi, men heldur at upplýsa um realistisku ferðina, sum okkara kundar fara at uppliva.
Tað verður eisini róð uppundir, at netið hjá Vodafone hevur ein væl minni dekning enn netið hjá kappingarneytanum. Hetta er ikki rætt. Vodafone hevur longu uppgraderað og framtíðartryggja alt sítt net. Eitt nú er data-ferðin á 3G-netinum munandi hægri enn hjá kappingarneytanum, umframt at 4G er komið á marknaðin og verður framhaldandi útbygd komandi tíðina.
Vit halda, at 2. juni var ein stórur dagur í Føroyskari fjarskiftissøgu, nú føroyingar hava atgongd til 4G og allar teir møguleikar, sum hetta gevur.
Vh,
Gudny Langgaard
Stjóri / Chief Executive Officer (CEO)




