Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættleiðing til borgarstjóran í Eysturkommunu

Almannamálaráðið

Í tíðindunum á Rás 2 týsdagin ber borgarstjórin í Eysturkommunu fram, at hann ikki kann góðtaka,at borgarar í Eysturkommunu, sambært nýggju kunngerðini um røktarheim og eldrasambýli, verða javnsettir við borgarar úr øðrum kommunum, tá tað snýr seg um upptøku á eldrasambýli og ellis- og røktarheim.

Talan er helst um eina misskiljing og tí vil Almannamálaráðið gera hesa rættleiðing.

Í § 13 í kunngerðini er ásett, at borgarar sum eru fastbúgvandi í kommununi har heimið liggur, hava fyrsta rætt til upptøku.

Víðari stendur í stk. 2, at “um fleiri kommunur eru ánarar av einum røktarheimi ella sambýli, hava fastbúgvandi borgarar úr ánarakommununum fyrsta rætt til upptøku.”

Tað er tó galdandi, at tað er avgerandi fyri upptøkuna á eitthvørt eldrasambýli ella røktarheim, at borgarin skal hava tørv á plássinum og at hann ikki kann klára seg í egnum heimi.

Um hesin tørvur er nøktaður hjá teimum fastbúgvandi borgarunum í kommununi, verður plássið latið borgarum úr øðrum kommunum. Tá hevur eigarakommunan, sambært kunngerðini, rætt til at krevja gjald fyri plássið, sum verður latið hesum borgarum.

Almannamálaráðið 10. juli 2013