Í sambandi við umrøðu av nýggju tilboðum bankans hevði útvarpið hjá Kringvarpinum biðið bankan um eina útrokning av trimum ítøkiligum dømum. Tíverri er ein feilur komin í hesa útrokning.
Í sambandi við umrøðu av nýggju tilboðum bankans hevði útvarpið hjá Kringvarpinum biðið bankan um eina útrokning av trimum ítøkiligum dømum. Tíverri er ein feilur komin í hesa útrokning.
Mánaðarliga gjaldið áðrenn rentustuðul var rætt roknað út, men tíverri hevði ein feilur sníkt seg inn í útrokningina av mánaðarliga gjaldinum eftir rentustuðul. Rentustuðulin var heilt einfalt settur ov lágt. Og tá tíðindaflutningurin einans nevndi gjaldið eftir rentustuðul, gerst feilurin eisini villeiðandi fyri boðskapin og niðurstøðuna í samanberingini. Tí vil bankin hervið upplýsa røttu tølini fyri mánaðarligu gjøldini netto.
Keypsvirði1.500.000
Lánistødd1.200.000
Gjald um mánaðin brutto5.705
Rætt gjald um mánaðin netto4.282
Gjald nevnt í ÚF 4.431
Lækking í gjaldinum 149
Í útvarpsinnslagnum bleiv nevnt um eitt dømi við eini lánistødd á 1,2 millión krónur, at mánaðarliga gjaldið í BankNordik eftir rentustuðul var 65 krónur hægri enn hjá kappingarneytanum. Sum tað framgongur omanfyri er rætta mánaðarliga gjaldið 149 krónur lægri enn tað upplýsta í útvarpsinnslagnum.
Vit harmast sjálvsagt um íkomnu villuna.
Janus Petersen, forstjóri




