Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættleiðing til ósannindi – svar til Birgar Larsen

John William Joensen

Síggi, at Birgar Larsen leggur meg undir at vilja steðga ávísum bólki í Kringvarpinum. Hetta eru beinleiðis ósannindi.

Annars var tað als ikki Jógvan á Lakjuni, sum dró hetta inn í orðaskiftið á tingi fríggjadagin, men harafturímóti tjóðveldismaðurin, Tórbjørn Jacobsen, tá ið hann endurgav samrøðu í útvarpinum fríggjamorgunin, har umboð fyri bólkin 200 segði, at hann ikki roknaði við, at núverandi landsstýrismaður í mentamálum fór at ringja til útvarpsstjóran um ikki at spæla tónleik hjá bólkinum, men tað gjørdi tann næstsíðsti. Hann sipaði allarhelst til mín, hóast eg var tann triðsíðsti.

Tá ið Tórbjørn tók hetta fram, kendi eg meg noyddan til at greiða løgtinginum frá, hvat ið eg helt, sipað varð til her.

Meðan eg sat sum landsstýrismaður, bleiv ein ómetaliga ljótur, ja, beinleiðis skendskur og happandi sangur um ein almennan persón í Føroyum spældur nógv í Kringvarpinum. Hesin persónurin og familja hansara vóru sum skiljandi er ógvuliga kedd og ávirkað av hesi áhaldandi happing, og tey kærdu tí til Mentamálaráðið í eini roynd at fáa steðgað hesum. Sum vanligt er, tá ið kærur verða viðgjørdar í einum stjórnarráði, verða tær sendar mótpartinum til viðmerkingar, og tað varð henda kæran eisini. Í tí sambandinum nevndi eg tað eisini við stjóran í kringvarpinum. Tað kendi eg sum mína skyldu sum landsstýrismaður við høvuðsábyrgd á økinum! Kringvarpslógin sigur jú í grein 10, stk. 4: “Sendingarnar (hjá Kringvarpinum) skulu ikki á nakran hátt elva til mannminkan, harðskap ella hatur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi.

Tað er øll søgan um hetta!

Hetta hevði als einki at gera við at steðga tónleikinum hjá einum ávísum bólki, men um at verja ein mann og familju hansara fyri happing og niðurgering av fúlasta slag í einum alment goldnum fjølmiðli.

Tað, sum eg segði um talibanar, hevði als einki við tónleikabólkin at gera, men tað var ein viðmerking til Høgna Hoydal og Tjóðveldi á tingi, sum verja slíkan atburð og eftir mínum tykki miðvíst royna at niðurbróta mong av teimum virðum, ið forfedrar okkara settu sína æru í. Høgni hevði hug at samanlíkna onkrar av okkum við talibanar, og í tí sambandi segði eg, at um tað var at vera talibani at vilja verja tey føroysku gomlu, kristnu virðini og føroyska siðalæru, so var eg talibani.

Jógvan á Lakjuni,
tingmaður