Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættleiðing til sjónvarpssendingina RIST mánakvøldið

John William Joensen

Tað var ikki rætt, tá verturin í sendingini RIST hjá Kringvarp Føroya mánakvøldið upplýsti, at tryggingarfeløgini og TAKS hava gjørt eina semju um mvg-stuðul.

Í telduposti til vertin longu 22. mai gjørdi TAKS greitt, at eingin avtala ella semja er gjørd millum tryggingarfeløgini og TAKS – hóast hetta velur sjónvarpsverturin at siga, at TAKS hevur gjørt semju við tryggingarfeløgini.

TAKS umsitur løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði. Húsaeigarar kunnu eftir lóg søkja um mvg-stuðul frá TAKS.

Í sambandi við viðgerðina av umsóknum um stuðul hyggur TAKS m.a. eftir, um tað snýr seg um umsøkjarans egna bústað, og at rokningar fyri eitt nú umvælingar eru stílaðar til umsøkjaran. Eru rokningar stílaðar til onnur, herundir tryggingarfeløg, verður umsóknin ikki gingin á møti.

Í omanfyri nevnda telduposti til sjónvarpsvertin var somuleiðis víst á, at TAKS uppá fyrispurning frá tryggingarfeløgunum hevur upplýst, at TAKS ikki leggur seg út í viðurskifti millum tryggingarfeløg og tryggingartakarar.

TAKS metti seg tí ikki at hava ein víðari leiklut í hesum máli, tí tað snýr seg um viðurskifti ímillum tryggingarfeløg og tryggingartakarar.

TAKS