Nógv verður sagt í politikki, men hvussu álítandi er tað. Her er ein gjøgnumgongd av nøkrum av tí sum Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, segði í formansfrágreiðingini á landsfundi Tjóðveldsins.
Nógv verður sagt í politikki, men hvussu álítandi er tað. Her er ein gjøgnumgongd av nøkrum av tí sum Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, segði í formansfrágreiðingini á landsfundi Tjóðveldsins.
Høgni Hoydal: Hall er vent til avlop á fíggjarlógini – hóast vit enn skulu minnast til, at forskattaðar pensjónir eru í renslinum.
RættOmetur: IKKI RÆTT –Tað er forskattingin av pensjónunum sum er beinleiðis orsøk til at avlop er á fíggjarlógini. Um forskattingin av pensjónum varð tikin burtur, sum Tjóðveldi ætlaði, so hevði framvegis undirskot verið á fíggjarlógini.
Høgni Hoydal: – Umstøðurnar hjá lág- og miðalløntum og hjá familjum í fátækraváða eru bøttar munandi.
RættOmetur: RÆTT
Høgni Hoydal: – Ein semja um framtíðar heilsuverk og sjúkrahúsverk er fingin undir land.
RættOmetur: RÆTT
Høgni Hoydal: – Stórur fólkavøkstur er, og vit kunnu í dag sum í morgin verða farin upp um hálvt hundrað íbúgvar í Føroyum.
RættOmetur: IKKI HEILT RÆTT: Tað er rætt at fólkavøkstur er, men hann byrjaði í tíðarskeiðinum hjá undanfarnu samgongu.
Høgni Hoydal: – Javnstøða millum okkara fólk í hjúnarbandsmálinum er samtykt.
RættOmetur: IKKI RÆTT: Tað er ikki enn gjørligt hjá tveimum av sama kyni at giftast í Føroyum. Sjálvt um nýggja lóggávan verður samtykt er ikki javnstøða, tí fólk av sama kyni fáa ikki rætt til vígslu í almennu fólkakirkjuni.
Høgni Hoydal: – Sosialu skipanirnar eru styrktar.
RættOmetur: Ikki heilt rætt: Tað hava øll landsstýri kunna sagt, tí lógir verða alla tíðina dagførdar. Men stóru reformarnir (til dømis pensjónsreformurin) eru framvegis ikki gjøgnumførdir.
Høgni Hoydal: – Ungdómurin vil lesa í Føroyum og hægri útbúgvingar eru styrktar.
RættOmetur: RÆTT: Men samtíðis er tað eitt sera høgt tal av teimum sum byrja at lesa á Setrinum, sum gevast áðrenn tey fáa nakað prógv.
Høgni Hoydal: – Lestrarstuðulin og barsilsskipanin er munandi bøtt.
RættOmetur: RÆTT:
Høgni Hoydal: – Munandi størri inntøkur fáast í tilfeingisrentu.
RættOmetur: IKKI HEILT RÆTT: Tað er fyrst og fremst undanfarnu samgongur, sum hava útvega landinum størri inntøkur av tilfeingisrentuni.
Høgni Hoydal: – Stór átøk eru gjørd fyri burðardygga veiðu og vinnu.
RættOmetur: IKKI RÆTT. Enn er einki gjørt
Høgni Hoydal: – Týdningarmiklar íløgur verða gjørdar kring landið á øllum økjum, ið hava ligið á láni.
RættOmetur: RÆTT. Men tað er sjáldan at íløgur verða gjørdar har tað ikki er neyðugt.
Høgni Hoydal: – Mentanarpolitikkurin er munandi styrktur.
RættOmetur: IKKI RÆTT. Har er eingin reformur gjørdur – bara onkur játtan sum er hækkað.
Høgni Hoydal: – Øktar kvotur í uppisjóvarvinnu og við Grønland og Ísland, hava vit útvegað við langt omanfyri 100.000 tonsum
RættOmetur: RÆTT: Kvoturnar eru vaksnar, eisini í hesum valskeiðinum, men ein orsøk er at mann hevur givið øðrum rætt at fiska uppisjóvarfiskin, sum undanfarna samgonga skaffaði.
Høgni Hoydal: – Landbúnaðarpolitikkurin er broyttur til tess at gerast meira sjálvveitandi við egnum dygdarvørum.
RættOmetur: IKKI RÆTT: Á landbúnaðarøkinum er so at siga einki hent í hesum valskeiðinum.
Høgni Hoydal: – Vit eru klár at taka heim týdningarmiklar ábyrgdir fyri fólk okkara, sum fyrr hava ligið í øðrum landi (Persóns, familju- og arvarætt, útlendingamál, loftferðslu, bankaskipanir).
RættOmetur: IKKI RÆTT. Føroyar eru framvegis í eini tilgongd um at fáa útlendingamál heim, men hvørki politiskt ella umsitingarliga eru Føroyar klárar. Talan er meira um politiskar útmeldingar. At vera klárur at taka málsøki yvir, tað kann tulkast rættiliga ymiskt. Fullveldislandsstýrið segði seg klárt at taka loysing, men megnaði ikki at gjøgnumføra hana.
Høgni Hoydal: – Landsbankin er endurstovnaður og Búskapargrunnur Føroya fingin at virka sum brimgarðar fyri føroyska búskapin.
RættOmetur: IKKI RÆTT. Tað er rætt at Landsbankin og búskapargrunnur eru stovnaði, men hvørki hevur neyðugu styrkina at virka sum brimgarðar fyri nakran búskap.
Høgni Hoydal: – Fleiri bústaðir verða bygdir.
RættOmetur: RÆTT. Men alt annað hevði verið løgtið, tí tað er bara í krepputíðum, at ongir bústaðir verða bygdir.
Høgni Hoydal: – Nýtt Havrannsóknarskip verður eftir ætlan bygt í Føroyum.
RættOmetur: RÆTT




