Nú má fokusið flytast í Tjóðveldi.
Lat okkum føra veruligan tjóðveldispolitikk aftur. Vit mugu halda upp at við ússaligum grenji um, hvat onnur gera skeivt. Í staðin skulu vit vísa á, hvat vit ítøkiliga skulu gera rætt.
Tjóðveldi er meiri enn ein hugnaligur bindiklubbur. Tjóðveldi er meiri enn leskiligt kaffi-latté. Og Tjóðveldi er so nógv meiri enn broyting í hjúnarbandslógin.
Loysingarfólk – í øllum landinum – skulu ØLL kenna seg aftur í Tjóðveldi.
Vinnulívsfólk, sjófólk, trúgvandi, bæði í kirkju og sekt skulu eisini kunna identifisera seg við síni tjóðveldisumboð á løgtingi.
Eg haldi rættur tjóðveldispolitikkur er hetta:
Eg VIL klára meg sjálvan og eg vil gjalda tað, tað kostar.
Null biddaragongd og leysur av donskum kolonipengum.
Eg vil húsast við tí sum er – eftir føroyskum treytum. Eg vil at føroysk vinna sjálv skal breyðføða tjóðina, Eg vil gjarna hjálpa sjúkum og veikum – t.v.s. føra føroyskan sosialpolitik. Rættur tjóðveldispolitikkur merkir í mínari verð frælsi í víðastu merking, eitt eydnuríkt einstaklingalív í egnum føðilandi í áliti á tey evni og tær náttúrutreytir, sum skaparin gav júst okkum.
Vel rættan tjóðveldispolitik á ting.
Vel Jógvan í Skorini




