Tað var ikki nøkur løtt uppgáva at koma á pallin aftaná Ken Hensley leygarkvøldið, men Ólavur Presley And His Dirty Rag Rags góðu áhoyrarunum………….Rag Rags
Ja tað er ikki lætt at finna orð sum kunnu beskrivað Rag Rags. Teir mugu upplivast, ella rættarisagt útlivast.
Men so skal eisini undirstrikast at teir høvdu eisini eitt framúr gott upphitingar orkestur í Ken Hensley, so áskoðararnir vóru longu á veg til himmals tá Rag Rags komu á pallin.
Framførslan
Framførslan var eitt millumting millum Elvis Presley, Stripteese, Norðoya Stevnu teitið,,,, ella bara Rag Rags.
Ja tað ber ikki til at samanbera Rag Rags við nakað annað. Teir hava skapt sær sín egna stíl, og enn er tað eingin sum hevur tora at gingið í fótasporum teirra.
Tónleikurin var harður, ófólkaligur, óhøviskur, tað royna tvætl, stutt sagt …Rag Rags.
Ein sera góð framførsla sum uttan iva verður endurtikin næsta ár.
Takkaðu nei til framførslu á hotelli
Eftir framførsluna stóðu stovnar og fyriskiparar í kø fyri at fáa fatur á bólkinum men teir vóru allir tveittir á dyr.
Eitt umboð fyri eitt ávíst Hotell royndi at fáa teir at hava eina framførslu á hotellinum men Ólavur Presley gjørdi greitt at Rag Rags var ikki nakað Café orkestur.
– Eg vil ikki hava ábyrgd av at onkur gestur á Hotellinum fær fromasjuna skeivt í hálsin, var stutta viðmerkingin frá Presley.
Rudolf Joensen, sum hoyrir til tann tygra partin av bólkinum, sigur í viðmerking, at tað var ein stór uppliving at framføra á Summarfestivalinum.
– Vit høvdu ymiskar trupuleikar við ljóðinum á sjálvum pallinum, sum gjørdi at vit ikki hoyrdu hvønn anna, men hetta vísti seg tó ikki at vera nakar trupuleiki.
– Eg haldi eisini at tað er fantastiskt at ein lítil býur sum Klaksvík kann hava ein festival á støði við aðrar norðurlendskar summarfestivalar.
– Í Klaksvík var nakað fyri øll. Tey heilt smáu børnini og líka til tær gomlu ommurnar fingu undirhald fyri allan pengarnar og tað má sigast at vera avbera flott.




