Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ragnar 25 ár á Effostøðini í Klaksvík

Oliver Joensen

Í dag var skipa fyri hugnaløtu á Effostøðini í Klaksvík. Vit, sum nærum dagliga vitja á støðini í einum ella øðrum ørindum vita, at Effo Støðin í Klaksvík er ein vælskipað vinnulívseind í stóra Effo samtakinum.

Júst hetta er eisini mongu arbeiðisárini hjá starvsfólkunum á støðini boð um. Í dag var tað Ragnar á Reyðhúsi, sum vit vanliga nevna hann, ið leiðslan heiðari fyri 25 góð ár í tænastuni. Men fyri stuttum var Norðlýsið eisini har tí tá var tað Ásvald Thomsen, ið fekk heiðursgávu fyri eisini at hava verið har í 25 ár. Tove Vitales hevur verið á støðini í 20 ár, ímeðan leiðarin sjálvur, Jákup Heinesen, hevur verið 18 ár í starvinum.

Ragnar koyrir sum kunnugt oljubil. Effostøðin her hevur tveir oljubilar og Tom Jacobsen, ið fyri stuttum hevði sín 10 ára starvsdag koyrir hin bilin.

Niels Juel Nattestad, stjóri helt stutta røðu fyri Ragnari, har hann lýsti týdningin í eyðkennunum hjá Ragnari, ið høvdu stóran týdning fyri Effo, við tað, at tað vóru fólk sum Ragnar, ið komu í beinleiðis persónligt samband við viðskiftafólkini. Tað er nevniliga í gjøgnum teir, ið oljufelagið kemur í beinleiðis samband við síni viðskiftafólk tá ið um olju ræður.

Vit sum kenna Ragnar, antin ígjøgnum oljuveitingarnar frá Effo ella bara sum persónligt vinfólk vita, at fongur er í so loyalum og álítandi starvsfólki sum Ragnari á Reyðhúsið.

Frá Effo fekk Ragnar millum annað eina uttanlandaferð fyri tvey við øllum tilhoyri.