Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rakstrar játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús lækkar

John William Joensen

Tað gongur væl í føroyska búskapinum í løtuni og tað sæst aftur á løgtingsfíggjarlógini sum landstýriskvinnan í fíggjarmálum legði fram í morgun. Sum vanligt brúka fíggjarmálaráðharrar drúgva tíð at viðgera hækkingar í veitingum, sum koma ymiskum samfelagsbólkum til góða.

Tað gongur væl í føroyska búskapinum í løtuni og tað sæst aftur á løgtingsfíggjarlógini sum landstýriskvinnan í fíggjarmálum legði fram í morgun. Sum vanligt brúka fíggjarmálaráðharrar drúgva tíð at viðgera hækkingar í veitingum, sum koma ymiskum samfelagsbólkum til góða.

Lítil og eingin tíð var heldur hesaferð nýtt til at tosað um hvar inntøkurnar koma frá og sum vanligt fingu fjølmiðlafólkini eisini hesuferð stungið í hendurnar fleiri hundrað síður av landsins fíggjarlóg, beint áðrenn tíðindafundurin í Fíggjarmálaráðnum byrjaði, so umstøðurnar at spyrja røttu spurningarnar vóru skerdir so nógv sum gjørligt.

Samstundis vóru baði formaðurin í Nýtt Sjálvstýri og tingkvinnan hjá Tjóðveldi úti við Tíðindaskrivum har víst var á at á komandi fíggjarlóg verða íløgur gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og kring um í Norðoyggjum og Eysturoynni.

Vit fara komandi vikuna at kaga niður í fíggjarlógina.

Rakstrarjáttanin til Klaksvíkar Sjúkrahús verður skerd.

Tað er rætt at 20 mió. kr. eru settar av til íløgur á Klaksvíkar Sjúkrahúsið komandi tvey árini, men stórsti parturin er til viðlíkahald av bygningum.

Men hóast rakstarjáttanin til Landsjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús hækka, so verður játtanin til raksturin av Klaksvikar Sjúkrahúsið læstur fastur á sama støði sum hann var í ár, líka fram til 2020.

Tá havast skal í huga at lønarvøksturin, sum verður komandi árini, ikki er tikin við á fíggjarlógina og tí heldur ikki  í játtanini til Klaksvíkar Sjúkrahús, so er tað í veruleikanum ein minking í rakstrarjáttan til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta stendur í andsøgn til at rakstarjáttanin til baði Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús hækkar komandi árini.

Íløgurnar í Klaksvíkar Sjúkrahús skulu brúkast soleiðis

…..Í 2016 vóru 2 mió. kr. játtaðar til bygningsdagføringar, og í 2017 eru 1,5 mió. kr. játtaðar til at umvæla og nýgera skaðastovuna, umframt til høvuðsinngongd og tekju til økið, har sjúkrabilarnir standa.

Í 2018 og 2019 eru tilsamans 6 mió. kr. í játtan til at dagføra læknahúsini (gula hús) til eina endurmenningarmiðstøð, har nýtt viðgerðartilboð innan endurvenjing (neurorehabilitering) fer at verða veitt.

Harumframt verða 15 mió. kr. játtaðar til hølisumvælingar javnt býttar millum 2018 og 2019. Uppskot til verklagslóg, ið lýsir verkætlanina, verður framlagt í heyst.

Tilsamans verða játtaðar 21 mió. kr. soleiðis, at 10 mió. kr. verða játtaðar í 2018 og 11 mió. kr. í 2019 til endamálini……

Landssjúkrahúsið

Rakstrarjáttan:

623,736 mió (2018) – 633,276 mió. (2019)

Løgur:

56 mió. (2018) – 93.000(2019)

Klaksvíkar Sjúkrahús

Rakstrarjáttan:

68,672 mió.(2017) – sama fram til 2020

Løgur : 10 mió. (2016) 11 mió. (2019)

Suðuroyar Sjúkrahús

Rakstrarjáttan:

58,.496 mió. (2017) – 61,065 mió (2018).- 62,065 mió. (2019)

Løgur: o kr.

Harleyfacadeacryl