Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ran á Vági fyri fyrstu ferð

John William Joensen

Nakrar sólskinssøgur eru í Suðuroynni í hesum tíðum, har daprar søgur hava myndað tíðindini úr oynni.

Leygardagin kom skipið Ran – fyrrverandi Ljósafelli og Enniberg – á Vág, har skipið nú er heimahoyrandi. Godtfred brøðurnir í Vági eru millum nýggju eigararnar, og hevur Suðurrás í hesum sambandi prát við Mikkjal Godtfred í sendingini Viðurgerði í dag (mánadagin). Mikkjal Godtfred greiður í sendingini m.a. frá, hvørjar ætlanirnar eru. Ran hevur sum er, ikki hevur fasta kvotu. Ran fór annars royndartúr í gjár (sunnudagin) undir Føroyum.