Randi Waag Jacobsen hevur saman við manninum nú í nøkur ár borið út mat og annað til sperdar familjur. Hetta ger hon umvegis telefon, Facebook, Messenger, egna postkassa, ja, upp á allar hugsandi hættir, har hon hevur virkað sum millumlið millum tey, sum treingja, og tey, sum fegin vilja lata mat og annað, sum tey meta seg hava nóg mikið av. Norðlýsið hevur tosað við Randi í hesum sambandi, nú jólini standa fyri framman.
– “Eg og Magnus hava altíð býtt út av onkrum av tí, vit hava. Til dømis tá vit hava kent onkran, sum ikki hevur tað stóra. Vit hava ongantíð hjálpt við pengum, men við mati. Eitt nú hava vit verið á seiðabergi og síðani gjørt frikadellur ella líknandi úr fonginum, sum vit so hava givið víðari.
Tørvurin økist
Í fjør bleiv eg so kontaktað av einari, sum hevur bólkin “Yvirskot til tín” á Facebook, og hon vildi vita, um eg kundi hjálpa henni við til dømis kalendaragávum, innsavning av klæðum og líknandi, og eg byrjaði so spakuliga. Tá eg hevði skrivað eitt sindur um tað, komu fólk við klæðum og gávukortum, og enntá kom okkurt reiðarí við einum 20-30 jólagávum. Tá vit fingu gávukort, so fóru vit javnan at keypa inn fyri fólk, og vit eru á tann hátt komin at kenna fleiri, sum endarnir ikki røkka saman hjá, og kunnu tí seta okkum inn í teirra tørv.
Síðstu árini havi eg verið øgiliga sjúk. Eg havi havt ilt í rygginum, ikki kunnað gingið uttan antin rollator ella stav, og tað var bara av tvørskapi, at eg í heila tikið kundi ganga. Mjødnin var gingin fyri, og eg varð opererað í henni og fekk eina nýggja mjødn. Tá var neyðugt at taka pausu í eina tíð, men hugurin vendi skjótt aftur, og tá eg varð frísk og lítla og onga pínu hevði longur, fekk eg hug at fara í gongd aftur.
Men tað, sum av álvara gjørdi, at eg fór í gongd aftur, var, at eg bleiv uppringd av einari, sum hevði hjálpt til okkurt árið, sum segði, at hon hevði vunnið 5 kg av flaki og fegin vildi geva mær tað. Tað kom eitt sindur óvart á meg, tí eg var sum so framvegis í pausu, men tað fekk meg at hugsa, at um vit kunnu hjálpa fólki soleiðis, enntá uttan at tað kostar okkum sjálvum nakað, so eiga vit sjálvandi at gera tað.
Eg fór so inn aftur á bólkin og heitti á fólk, sum høvdu okkurt at lata, um vælsignað at gera tað, og bara á einum havnartúri bleiv eg uppringd um ikki færri enn 5 gávukort, sum eg kundi fáa. Eina aðra ferð havi eg fingið tíggju gávukort upp á túsund krónur hvørt. So fólk vilja veruliga hjálpa. Nú havi eg nógv koyrandi, har fólk skriva og ringja, og tað er fantastiskt, at vit kunnu hjálpa.
Mangla mat í munnin
Eg vil helst ikki vera politisk, men støðan í løtuni, har fólk mangla mat í munnin, minnir meg nógv um støðuna fyrst í 1990’unum. Tað byrjaði spakuliga, men so fingu fólk ikki betalt, onkur misti bilin, og jú longur vit komu, so máttu fólk flýggja av landinum. Eg føli tað sum um tað er akkurát sum tá – og tað er ræðandi!”
Fólk vilja fegin hjálpa
Onkur hjartanemandi søga er sjálvsagt eisini ímillum, og Randi tekur hesa burturúr: – “Tann 21. desember í fjør spurdi eg á Facebook, um onkur hevði eina dunnu ella báðar tvær, sum tey kundu lata. Hetta tí at vit høvdu frætt, at summi ikki høvdu ráð til at hava dunnu jólaaftan, men so dánt kláraðu at gera grýturætt ella høsnarunga. Men bara upp á stutta tíð høvdu vit fingið játtaðar eg-veit-ikki-hvussu-nógvar dunnur.”, sigur Randi, og hetta undirstrikar, at har veruliga er hjálp at fáa, og at fólk gjarna vilja hjálpa á jólum; teimum tørvar bert at fáa at vita, hvussu tey kunnu hjálpa, og har er tað, at Randi er inni í myndini.
Foreldurini er undir stórum trýsti
Spurd um hvussu hon tryggjar sær, at familjurnar, sum seta seg í samband við hana, veruliga eru sperdar er Randi avgjørd. Eg geri ikki kanningar av teimum sum søkja. Eg hugsi at støðan tey eru í, at spyrja um hjálp til mat, er so alvorlig, at slíkt fer man ikki at misbrúka. Fólk eru í neyð, tey gjalda sjálvandi sína húsaleigu og billán, men hava so ikki pengar til mat og aðrar útreiðslur í samband við børnini – eitt nú limagjøld í ítróttarfeløgum ella farteldur, poddar og fartelefonir, sum øll teirra vinfólk hava.
Um tú vil hjálpa
Um fólk vilja seta seg í samband við Randi Waag Jacobsen fyri at hjálpa ella fáa hjálp, so ber til at vitja bólkin “Yvirskot til tín” ella nýggja bólkin “Kærkomin jólahjálp” á Facebook. Er tað onkur, sum ikki hevur Facebook, so ber til at ringja til Randi á 216484. Um onkur vil geva uttan at leggja navn til, so ber til at koma framvið hjá henni og leggja eitt gávukort í postkassan.



