Fríggjadagin 14. apríl kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Randi Martin upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn
Fríggjadagin 14. apríl kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Randi Martin upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn
Framsýningin er opin til 27. apríl: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu. Myndirnar eru at síggja á heimasíðuni www.galeriefocus.com
Randi Martin er av Tvøroyri og hevur síðani 1959 búð í Danmark, undantikið 2 ár í Congo. Frá 1978 til 1982 gekk hon á Billedskolen í Keypmannahavn. Hon hevur sýnt fram síðan 1979 ymsa staðni í Føroyum og í Danmark, í Týsklandi og USA.
Randi Martin arbeiðir mest við grafikki, síðani 1999 hevur hon arbeitt á Atelier Agerbo í Keypmannahavn.
Hennara grafisku verk hava altíð uppruna í eini persónligari uppliving, ofta næstan gloymdar støður, sum treingja seg uppá og mugu lýsast í eini mynd.
Upplivingin verður til eina mynd gjøgnum skitsu og grafiska prentplátu og transformerast frá tí privata til nakað vónandi alment. Endamálið er, at áskoðarin sær seg sjálvan í tí endaliga verkinum.
Tað einstaka verkið verður til í einum samstarvi við eigaran av grafiska verkstaðnum, har hon arbeiðir. Tey tjakast um søguna og koma fram til søguna og kompositiónina í myndini.
Randi krevur nakað av sínum áskoðarum. Áskoðarin skal arbeiða við síni uppliving. Eins og Picasso’sa GUERNICA kann upplivast beinleiðis, so kann tað geva eina eyka dimensión , at kenna bakgrundina, inspiratiónina.
Á framsýningini í Galerie Focus eru fleiri grafisk verk og málningar.




