Klaksvíkstónleikur, klaksvíksøl og klaksvíkseigari. Leygarkvøldið fara Rani Nolsøe og Páll Sólstein at undirhalda á skarv í Keypmannaahavn.
Rani Nolsøe hevur skrivað tónleik til Frændir og saman høvdu teir bágir eitt kanónkvøld á Fortuna í Klaksvík herfyri. Teir syngja og spæla tónleik eftir Frændir, Straight Ahead, Elton John, Billy Joel, John Lennon, Queen og Kris Kristofferson. Rani syngur og spælir guitar og Páll á keyboard. Seinast Rani Nolsøe vitjaði Skarvin,koyrdi hann á 1½ tíma meira enn avtalað og saman við Steintór, Arnfríð og Inga settu tey sølumet aftaná 33 ár í føroyska staðnum í Keypmannahavn.
Á Skarv siga tey at ein meira positivur andi kemur frá gestum um nýggja roygiforboðið, sum kom 15. august í ár har roykjarir samlaðst uttanfyri í løtum. Tað eru grannar á staðnum ikki glaðir fyri og eitt avskermað roykirúm stendur liðugt í ár har gamla dansigólvið var. Bert almen støð undir 40 fermetrar og sum samstundis ikki borðreiða við mati, kunna loyva gestum sínum at roykja.
Henda sama leygardagin verður stór føroysk róðrarstevna í Sydhavnini. Útiseta-bátafelagið Knørrur skipar fyri hesum og róðrarfólkið endar á Skarv við máltíð og undirhaldi áðrenn almenni dansurin byrjar.
Meira á skarv.info
Tónleikurin á skarv leygarkvøldið byrjar um miðnáttarleitið.
www.skarv.info




