Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi undir umvæling

Jóhann Lützen

Í næstu viku fer arbeiði í gongd við at gera eina ventilatiónsskipan á rannsóknarstovuni

Hetta er ein umfatandi verkætlan, tí øll kanningarrúm og arbeiðsrúm verða ávirkað. Eisini kemur hetta at ávirka rúmini rundanum rannsóknarstovuna, sigur Alexandra á Dul stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Men arbeiðið hjá rannsóknarstovuni kann ikki steðga upp tískil hava tey skipað seg í felagshøllini, bíðirúminum og lesistovuni, soleiðis at viðskiftafólk sleppa framat til blóðprøvar o.a. Alt kemur at ganga fyri seg á somu hædd og skeltir verða sett upp, soleiðis at tað sæst, hvar ymisku tænasturnar eru. Ein tíðarætlan fyri arbeiðið fyriliggur og um alt gongst sum ætlað, er arbeiðið liðugt um ársskiftið, upplýsir Alexandra

Í hesum tíðarskeiðnum verður gongin hjá vaskarínum og rannsóknarstovuni stongd fyri bæði starvsfólk og viðskiftafólk.

Vinaliga berið yvir við okkum hesa komandi tíðina, vit gera alt vit kunnu, fyri at hetta skal ganga so smidliga sum gjørligt, sigur Alexandra á Dul við Norðlýsið at enda