Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rannvá Andreasen ársins leikari hjá kvinnunum

Oliver Joensen

Frá Gallaveitsluni í Lorvík, sum GÍ hevur skipa fyri frætta vit at Rannvá Andreasen var kosin ársins leikari og Randi Wardum ársins málmaður.

Tað má eisini sigast vera hugaligt, at "okkara" Jákup Mikkelsen bleiv bæði valdur sum ársins leikari og ársins málmaður. Eisini vita vit at Malena Josephsen er toppskjútti í kvinnudeildini.
Ársins stjørnuskot hjá kvinnunum var Olga Kristina Hansen úr AB, ímeðan Ingi Højsted fekk hendan heiðurin í mansdeildini.
B36 átti báðar vinnararnar í kappingini sum ársins venjarar og vóru teir Jacob Thonsen og Sigfríður Clementsen.
Tillukku tit øll.
Luttakararnir úr Klaksvík koma aftur úr Lorvík um tvey tíðina í nátt.