Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rannvá B. Andreasen spælir síðsta dystin í dag

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Mest skorandi leikarin í føroyskum fótbólti takkar nú fyri seg.

Rannvá B. Andreasen váttar fyri Norðlýsinum, at nú hevur hon tikið avgerð um at steðga í bestu deildini. Tískil verður dagsins dystur móti HB, har KÍ fær FM-steypið handað, tann síðsti hjá henni. Hon sigur, at ein orsøk eisini er, at hon nú fer undir at taka A-venjaraútbúgvingina.

Rannvá hevur eina heilt serliga søgu í føroyskum fótbólti. Tí eingin leikari hevur skorað í nærheitini so nógv mál í bestu deildini.

Sambært FaroeSoccer og FSF so hevur Rannvá B. Andreasen hesi hagtølini:


Rannvá B. Andreasen spældi fyrsta dystin á besta liðnum hjá KÍ í 1995 og hevur spælt á hvørjum ári síðani. Tilsamans 29 kappingarár. Hesi árini hevur Rannvá vunnið FM 23 ferðir og steypakappingina 16 ferðir. Og greipuna 16 ferðir.

Dysturin millum HB-KÍ í dag byrjar kl. 15.00.

Harleyfacadeacryl