icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rannvá Holm Mortensen í Leikalund

Hannefía Joensen

Listakvinnan Rannvá Holm Mortensen, er 56 ára gomul og er fødd á Tvøroyri. Hon hevur nátturlig listarlig evnir og er sjálvlærd listakvinna.

Rannvá hevur luttikið á mongum ymiskum framsýningum, bæði í Føroyum og uttanlands, hon hevur sýnt síni listaverk fram í Føroyum, Italia, Íslandi, Danmark og í Spania.

Rannvá arbeiðir bæði við málningum, grafikki, kollasjum og skulpturum.
 
Framsýningin verður í Leikalund í Klaksvík í døgunum frá 6. oktober til 1. november. Ferniseringin verður fríggjakvøldið 6. okt. Kl. 19.00, Leikalund hevur opið til kl. 23.00 hetta kvøldið.
 
Upp og afturlatingartíðir hjá Leikalund:
Mánadag Leygardag 10.00 20.00