Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ránsmenn í Leynará sunnunáttina

txt: Oliver – myndir: Andrias Joensen

Stóra arbeiðið, ið verður lagt í at menna laksastovnin í Leynavatni, sýnist at hava lítla virðing hjá summum.

Náttina til sunnudagin um tvey tíðina, varnaðust fólk í Leynum, at onkur var niðri í ánni við lykt og lýsti eftir laksi.

Tá rópt varð, fóru fimm ungir menn rennandi yvir ímóti Stykkinum. Politiið bleiv boðsent, men tá teir komu á staði við hundum, vóru ótangarnir horvnir.

Av politistøðini í Havn siga teir, at fimm laksar vóru funnir við ánna har menninir høvdu verið. Vit høvdu hundar á staðnum, men sjálvandi, um menninir eru farnir upp í ein bil uppi á vegnum, so er ikki lætt hjá hundunum at fylgja eftir.

Eftir menninar, hjá laksunum lá eisini ein træpláta, ið teir hava brúkt at steingja laksatrappuna við, so sigast má, at atgerðin hevur verið tilrættaløgd.

Norðlýsið hevur fingið hesar myndirnar úr Leynum og av laksunum, sum tiknir eru úr ánni:

Harleyfacadeacryl