Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rás 1 sýnir Kroatia-Ísland

TELEVARPIÐ

Rás 1 hjá Televarpinum samsendir við RUV frá klokkan 18.40 í kvøld.

Rás 1 hjá Televarpinum samsendir við RUV frá klokkan 18.40 í kvøld.

Í kvøld spælir íslendska manslandsliðið í fótbólti sín týdningarmesta dyst nakrantíð. Spælt verður um at sleppa við til tað størsta av øllum, heimsmeistaraheitið í fótbólti, sum komandi summar verður í Brasilia.

Spælt verður móti Kroatia. Fyrri dysturin í Íslandi endaði málleysur 0-0, og sostatt hevur Ísland ein veruligan møguleika at spæla seg víðari. Hetta verður hildið at vera ein stórhending, tí ongantíð áður hevur ein so lítil tjóð megnað at spæla seg víðari til HM-endaspælið.

Ísland kann koma víðari við at skora eitt mál, t.d. er 1-1 nóg mikið, tí mál á útivølli telja dupult, tá ið leikur endar javnur. Kroatia hevur hinvegin eitt sera sterkt landslið við stórum stjørnum og er favorittur at vinna í Zagreb. Ísland hevur áður tikið øll á bóli, og tí verður helst spennandi.

Sjálvur dysturin millum Kroatia og Ísland byrjar kl. 19.15.

Harleywoodpaint