Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rás 2 sendir aftur av Brúnanskarði

Oliver Joensen

Sendarin hjá Rás 2 á Brúnanskarði hevur ikki sent nú í nakrar dagar, men í gjárkvøldið sendið hann aftur við fullari styrki.

Rás 2 heldur til í gamla betonghúsinum hjá Føroya Tele á Brúnanskarði, har sendarin er uppsettur. Á tí eini myndini sæst framkomni sendarin standa á eini hyll, sum Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2 sjálvur hevur konstruerað. Men tað var nú ikki hyllin sum varð gingin fyri í ódnarveðrinum um vikuskiftið.
Móttakaraantennan uttanfyri var farin í storminum og tí var neyðugt at bera nakrar eykalutir niðan til tekningaran hjá Rás 2, Dávur Jacobsen.
Tað gekk bara skjótt og væl og nú sendir Rás 2 aftur við fullari styrki av Brúnanskarði.