Meðan KÍF missir tríggjar leikarar, so hevur felagið eisini fingið munagóðan styrk til komandi ár.
Meðan KÍF missir tríggjar leikarar, so hevur felagið eisinifingið munagóðan styrk til komandi ár.
Robert Poulsen er formaður í KÍF. Hann váttar fyriNorðlýsinum, at greipuvinnararnir hava fingið styrk.
– – Rasmus Junker er fluttur til Kollafjarðar ogkemur at spæla við KÍF. Spælaraloyvið hjá Ludvík Súnason er eisini flutt tilKÍF. So teir koma at spæla við KÍF næsta ár. Hinvegin missa vit Ása Dam, TonyWeyhe og Poul Finnur Egholm. Helst er hópurin endaligur nú, tí vit hava nokk avfólki. Um hópurin er eins sterkur sum farna kappingarár er ringt at siga. Tað síggja vit ikki fyrr ennkappingin byrjar, sigur Robert Poulsen í stuttari viðmerking við Norðlýsið.
Hann sigur víðari, at hópurin seinasta kappingarár vandi í11 mánaðir og at tað helst verður tað sama komandi kappingarár. Venjinginbyrjar eftir ætlan um 3 vikur.
Ludvík Súnason skoraði 88 mál í ár og var næst mest skorandileikarin hjá Kyndli. Hann skal eftir ætlan loysa Ása Dam av sum spæliskipari hjá KÍF. RasmusJunker er dani og kom til VÍF undan farna kappingarári. Hann spælir bæði høgri bakkur og høgri vongur.
Mynd: Álvur Haraldsen




