Tjørnin og nýggi vegurin uppi á Hálsi, sum RC-felagið hevur gjørt, hava rigga væl og nú verður arbeitt víðari.
Í vikuni vóru menn frá RC felagnum í Klaksvík aftur uppi á Hálsi og hesaferð var tað portrið ið bleiv uppsett á nýggja vegastrekkinum av parkeringsplássinum og yvir til tjørnina.
Fyri at fáa økið frá tjørnuni og eystureftir turrari er ætlanin í summar at hækka demningina nakað, soleiðis at yvirskotsvatnið ístaðin fer vesturum. Hetta fer eisini at gera, at tjørnin verður nakað størri.




