Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rebekka og Einar luttaka í DM fyri ung

John William Joensen

Um vikuskiftið verður skipað fyri DM Ung í frælsum ítrótti á Østerbro Stadion í Keypmannahavn. Úr Treysti luttaka Rebekka Fuglø og Einar Gregersen. Tey skulu bæði luttaka í 800m og 1.500m. Rebekka luttekur í bólkinum gentur 20-22 ár, og Einar í bólkinum dreingir 18-19 ár. Tey umboða bæði Vejle IF. 

Smb. DAF (Dansk Atletik Forbund) so er talan um metstóra luttøku hesuferð við tað at 630 íðkarar í næstan 1500 startum eru tilmeldaðir. Í DMU verður kappast í bólkunum 14-15 ár, 16-17 ár, 18-19 ár og 20-22 ár.

Talan er annars um íalt 16 føroyskar íðkarar í DMU. Umframt Treysti, so eru íðkarar úr bæði Bragdinum og Hvirluni, og harumframt onkran sum júst er fluttur niður at lesa.

Í morgin er skráin hjá Rebekku og Einar:

kl. 13.15 1.500m Einar
kl. 14.00 1.500m Rebekka

og sunnudagin er skráin henda:

kl. 10.20 800m Rebekka
kl. 10.50 800m Einar

Tey búgva úti í Rødovre í hyttum saman við hinum íðkarunum úr Vejle IF. Við teimum á ferðini er eisini venjarin Guttorm Sørensen. 

Her er leinkja til startlistar, úrslit o.a.: DM Ung 2014 

Rebekka og Einar á Østerbro Stadion, sum er karmur
um DMU