Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Redaktiónin í ÚF vassar runt á sínum egnu líktornum

John William Joensen

Hví fer ÚF ikki at kanna sína egnu instilling sum var einasta instilling ið ikki fylgdi javnstøðuatlitinum, spyr ein lesari í Kjaktroginum her á Norðlýsinum

Greinaskrivari í kjaktorginum tann 5. Jan. 2007 kl. 12:38



Váttað tíðindi úr politisku skipanini siga, at allir flokkarnir vóru umboðaðir í bólkinum, sum hevði fingið til uppgávu, at velja fýra limir og fýra eykalimir í nýggja stýrið fyri Kringvarp Føroya. Allir seks flokkarnir komu við hvør sínum tveimum uppskotum (kvinnu og manni), tey sigast at hava hildið seg slaviskt til javnstøðubýtið, og tað sæst eisini aftur í innstillingini. Semja var um innstillingina. Tað sigst enntá, at øll ið vóru umboðað í bólkinum hava undirskrivað skjalið, sum varð latið Jógvani á Lakjuni, eisini Kári P. Højgaard. Hetta fær Norðlýsið helst váttað, um Oliver ella John William biðja landsstýrismannin um innlit í málið.



Ryggurin á Kára P. Højgaard helt tó ikki, tá ið á stóð. Tað ger hann ongantíð. Í politisku verðini er hann kendur fyri sín illoyalitet, tí tímir eingin at hava nakað sum helst við hendan mannin og flokk hansara at gera longur, uttan samgongan, tá hon skal mis(brúka) hetta politiska stakkaladýrið í onkrari hevnisøku mótvegis restini av andstøðuni, eitt nú í norðurlandamálinum.



Eri ein av teimum sum haldi, at løgtingið er komið væl frá sínum valið. Øll hasi fólkini, bæði limir og varalimir, eru fult og heilt kompetent at røkja nevndarsessirnar sum tey eru vald at varða av.



Haldi eisini at landsstýrismaðurin er komin væl frá valinum. Væntandi verður Símun ein góður formaður. Hann er úr góðum bergi brotin. Er væl útborin millum oyrini. Gamal telvari. Yrkjari. Semingsmaður o.m.a. At hann hevur eina kristna dimensión ger ikki mannin verri, tað er hansara sak, og eigur ongantíð at vera nøkrum til misfyrimunar. Sum onkur segði í Sosialinum ígjárkvøldið, vit mega fyri alt í verðini ikki gjøgnumføra berufsverbot í Føroyum, ikki fyri nakran, hvørki heidnan ella kristnan. Hendan 266b-mafian, sum er farin at líkjast alt meira eini nýggjari og ótolsamari trúðarbylgju er farin í herna, m.a. inni á www.kjak.fo, og hevur hetta rákið forplantað seg inn á redaktiónirnar í kringvarpinum, sum halda seg hava habilitet at viðgera síni egnu viðurskifti, og so eyðsýniliga, at tíðindini nú verða samskipað í úf og svf, fyri at hetzin skal vera so slagferdug sum møguligt. Annars nakað, sum svf-redaktiónin fyrr hevur hildið seg at vera ov góða til. Alt kann gerast tá man hevur ein felags front á hermótinum.



Jógvan Páll, hesin skemtiligi klaksvíkingurin í Havn, sum enntá er farin at tosa havnamál, og er farin at halda við HB, gjørdist so jarnbrotið sum hesir kallarnir (Jóhann Mortensen og Øssur Winthereig eru vælsaktans ábyrgdarmenn fyri tí sum sent verður) skuldu brúka í hesum grima víggi.



Tað mátti sjálvandi ikki gerast ein statsgóðkendur grannskoðari úr Klaksvík sum skuldi í formanssessin, hartil ein sum hevur tosað ímóti nýggju trúðarjáttanini í høvuðsstaðnum. Og hvat bagir Kristinu Samuelsen? Ein tann frægasti juristurin í landinum, og sum í nógv ár hevur verið álitið á løgtingsskrivstovuni, og sum nú er farin í hægri starv í Føroya Banka. Allir føroyingar kenna sálarfrøðingin Eyðun, hann er vorðin eitt slag av fólkaogn, og Páll Isholm, kann hann gera við og skal hann ongan almennan sess hava, bara tí hann er systursonur Jógvan Arge? Við sínum kvalitetum er hann blivin handilsskúlastjóri, borgarstjóri í Gøtu, rithøvundur o.m.a. við egnum evnum, og ikki tí hann er systursonur ella abbasonur ein ella annan. Og Miu kenna vit sum eina skilakonu, sum í eina tíð var formaður í Føroya Kommunufelag og sum í nógv ár sat í bygdaráðnum í Vestmanna.



Nei hinir gomlu, hetta sær alt út til at vera í lagi. Roynuberini hjá Kára er bara súr. Og hesin út av lagi stóri illoyalitetur, hann nú ber fram á torg, fer heilt givið at geva honum stórar politiskar trupulleikar frameftir, eingin torir at hava nakað sum helst við mannin at gera aftur nakrantíð. Hann var eftir øllum at døma við í eini semju, sum eisini hevði við sær, at lok varð lagt á málið eftir endaligu avgerðina, men hann kláraði ikki at halda kjaft, og tað er ringasta syndin í politiskum viðurskiftum, tá tað gongur ímóti gjørdum avtalum.



At redaktiónirnar nú vassa runt á sínum egnu líktornum, í bangilsi fyri, at nevndin fer at seta teimum krøv, fyri allan peningin, sum skattaborgarin er tvingilsinnlagdur til at gjalda til hetta almenna frossaríið, í hvussu er í mun til arbeiðsinnsatsin, tað er so eitt heilt annað mál, nú tað lekur so illa út ímillum ryvjabeinini á teimum.



Hví fara teir á public-service rásunum ikki í holt við sína egnu innstilling. Tann einasta sum ikki fylgir javnstøðuatlitinum? Tveir menn vóru skotnir upp haðani, Dia og Herluf, hví ikki Dagmar, Óluva, Sigrun, Bergljót, Solby, Malan, Karolina etc.? Hetta hevur í hvussu er áhuga hjá øllum øðrum enn statsfíggjaðu redaktiónunum í Sortudýki og í Vørðsluni, sum nú samvirka, beint ímóti intentiónini í kringvarpslógini. 



POMBO