Av tí at drotningin hevur trupuleikar við knæðnum var óvissa um vitjanin fór at vera avlýst, men fríggjadagin var endalig váttan fingin frá kongahúsinum
Tað er eingin loyna at kongahúsið er vælumtókt í Føroyum, men av tíð at drotningin ikki er før fyri at ganga langar túrar gjøgnum bygdir og býir so fara vit fyri tað mesta at uppliva hana fara úr og inn í bilar, kirkjur o.l.
Koma til Klaksvikar
Kongaskipið Dannebrog kemur til Klaksvík mikumorgunin kl. 9 har borgarstjórin og varaborgarstjórin taka í móti. Á kajuni heilsa regentparið og krónprinsaparið upp á býráðslimir.
Vitjað nógv støð
Síðani verður kongaliga fylgið skilt sundur og regentparið (drotningin og prinsurin), vera koyrd niðan til Sambýlið á Heygum (kl. 9:30).
Krónprinsaparið koyrir beinleiðis til Viðareiði har tey kl. 10:00 verða móttikin av borgarstjóranum og bygdaráðslimum.
Síðani verður gingið oman í kirkjuna (kl. 10:10). Frá kirkjuni verður síðan vitjað á prestagarðinum. Krónprinsaparið gongur síðani yvir í gamla skúlagarðin har gávur verða handaðar.
Kl. 10:50 fer krónprinsaparið aftur til Klaksvíkar.
Eftir vitjanina á Sambýlinum á Heygnum fer Regentparið (drotningin og prinsurin) niðan á Borðoyavík at vitjað Norðoyatunnilin (kl. 10:10).
Kl. 10:50 fer drotningin saman við prinsinum úr Norðoyatunnlinum til Christianskirkjuna.
Heilsað upp á australiubúgar
Meðan drotningin og prinsurin vitjað Christianskirkjuna, kemur krónprinsaparið til býráðshøllina (kl. 11:20). Í býráðshøllini heilsað tey uppá fólk úr Australia, sum eru búðsitandi í Føroyum.
Kl, 11:45 fer krónprinsaparið so niðan í Skálan. Kl. 12:00 koma drotningin og prinsurin eisini niðan í Skálan til ein frokost.
Kl. 13:15 verður so farið úr Skálanum umborð á Brimil, sum so siglur regnt- og krónprinsaparið víðari til Fuglafjørð.
Umstøðurnar
Sum Norðlýsið skilir so hava umstøðurnar kring kongaligu vitjanina verið serligar hesu ferð.
Drotningin hevur, sum flestu kunnugt havt trupuleikar við knænum og tí hevur tað líka til fríggjadagin verið óvissað um drotningin fór at vera før fyri at koma til Føroyar.
Vánaliga knæði hevur eisini noytt fyrireikararnar at skorið allar gongutúrar burtur, og eisini verður hædd tikin fyri trappum og øðrum.
Krónprinsessan er við barn og tí hava søgur gingið um at hon kanska ikki fór at fylgja skránni, sum er løgd fyri túrin, men frá kongahúsinum fingu vit at vita at bæði regentparið og krónprinsaparið eru klár til Føroyavitjanina og at tey gleða seg til túrin.




