Hesar báðar seinastu dagarnar hevur tað veruliga bragdað hjá Regin Sivertsen, sum liggur greitt á odda í tippikappingini á Norðlýsinum.
Hesar báðar seinastu dagarnar hevur tað veruliga bragdað hjá Regin Sivertsen, sum liggur greitt á odda í tippikappingini á Norðlýsinum.
Týsdagin og mikudagin blivu tilsamans 8 dystir leiktir í HM kappingini. Og hóast vit fingu fleiri javnleikir, so eydnaðist tað Regin Sivertsen at hava heili 7 dystir rættar. Bara dystin millum Grikkaland og Fílabeinsstrondina hevði hann skeivan. Har tippaði hann Fílabeinsstrondina at vinna, sum teir útfrá dystargongdini eisini áttu at gjørt.
Annars kann nevnast, at Regin higartil hevur tippað 27 dystir rættar av teimum 44 dystunum, sum hava verið leiktir. Um lesararnir hava fylgt hansara ráðum og bara tippað allar dystirnar á antin 1, x ella 2, so hevur lesarin yvirskot higartil. Sí niðanfyri, har vit síggja allar 27 dystirnar við ”oddsum”, sum Regin hevur tippað rætt.
Brasil-Kroatia 1 1,32 – 132 kr
Mexico-Cameroon 1 2,25 – 225 kr
Chile-Australia 1 1,40 – 140 kr
Kolumbia-Grikkaland 1 1,90 – 190 kr
Fílabeinsstrondin-Japan 1 2,75 – 275 kr
Frakland-Honduras 1 1,30 – 130 kr
Argentina-Bosnia-Herzegovina 1 1,35 – 135 kr
Týskland-Portugal 1 2,15 – 215 kr
Belgia-Algeria 1 1,32 – 132 kr
Russland-Suður Korea x 3,60 – 360 kr
Australia-Holland 2 1,18 – 118 kr
Kameroon-Kroatia 2 1,55 – 155 kr
Japan-Grikkaland x 3,40 – 340 kr
Sveis-Frakland 2 1,77 – 177 kr
Honduras-Ekvador 2 1,58 – 158 kr
Argentina-Iran 1 1,13 – 113 kr
Belgia-Russland 1 2,10 – 210 kr
Holland-Chile 1 2,70 – 270 kr
Australia-Spania 2 1,40 – 140 kr
Cameroon-Brasil 2 1,15 – 115 kr
Italia-Uruguay 2 2,80 – 280 kr
Kosta Riga-Ongland x 3,90 – 390 kr
Japan-Columbia 2 2,0 – 200 kr
Nigeria-Argentina 2 1,45 – 145 kr
Bosnia Herzegovina-Iran 1 2,25 – 225 kr
Honduras-Sveis 2 1,50 – 150 kr
Ekvador-Frakland x 4,10 – 410 kr
27 av 44
Tilsamans uppá 44 dystir:
Hevur tú brúkt 100 kr. pr. dyst og bara tippað ein dyst á sama seðil, so hevur tú brúkt 4400 kr. og vunnið 5530 kr.
Hevur tú brúkt 500 kr. pr. dyst og bara tippa ein dyst á sama seðil, so hevur tú brúkt 22000 kr. og vunnið 27650 kr.
Hevur tú brúkt 1000 kr. pr. dyst og bara tippa ein dyst á sama seðil, so hevur tú brúkt 44000 kr. Og vunnið 55300.




