Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Regin Guttesen bjóðar til móttøku á Reinsarínum

Helgi Abrahamsen

Í sambandi við at nýggja solo fløgan hjá Regini Guttesen, MOMENTO, kemur út 2. November, verður móttøka á Reinsarínum í Havn mikudagin klokkan 16:00.

Ísambandi við at nýggja solo fløgan hjá Regini Guttesen, MOMENTO, kemur út 2.November, verður móttøka á Reinsarínum í Havn mikudagin klokkan 16:00.

MOMENTOer 6. útgávan í røðini hjá havnarmanninum, sum føroyingar av álvara gjørdustvarugir við, tá hann blaðungur sang seg inn í hjørtuni við lagnum “Einglotti fyri framman”. Meðan Regin hevur verið rættiliga staðsettur ípoppinum – bæði sum artistur og produsari og tónleikari á tíggjutals útgávumseinastu 25 árini – so er helst ikki ov nógv sagt, at á MOMENTO er tað fyrst ogfremst komponisturin og pianisturin Regin Guttesen, ið hevur skapt eitt verk,ið er melodiskt, inniligt, dynamiskt og stórbært um somu tíð.

Sjálvurdylur Regin ikki fyri, at hetta er ein útgáva, ið liggur hansara hjarta nær.

“Hettaer tann fløgan, sum eg altíð havi droymt um at gera, men ongantíð væntaði, egfór at gera,” sigur Regin.

“Hettaeru løg, sum eru komin í verðina, heilt spontant, í teimum stillu løtunum, hesisíðstu tjúgu árini. Tey vóru ikki gjørd “til nakað”. Men tá eg, hesi seinnuárini havi lægt til merkis, at fólk reagera upp á løgini, eri eg spakuligafarin at spæla mær við tankan at geva tey út, so eg kundi deila við onnur,”sigur hann

Hóastokkurt lag sostatt er um tjúgu ára gamalt, so er tað ikki fyrr enn seinastaárið, at avgjørt varð at fara undir innspælingarnar og gera hendan gamladreymin til veruleika.

Íjanuar í ár gekk leiðin til Metrò Rec Studio í Norðuritalia, har Regininnspældi øll 14 løgini í tveir dagar. Síðani varð farið til Macedonia at takaupp symfoniorkestur í apríl, meðan restin av upptøkunum eru gjørdar í Føroyum,Svøríki og Amerika í summar.

Ípoppi verður sagt “Song is King”. Á hesari fløguni hevur meginreglan verið“Piano & Melody are King”. Regin leggur dent á, at tað var umráðandi, atklaverið og lagið alla tíðina vóru sett í miðdepilin. Og hóast tað kundi verafreistandi at gera nógv av, tá symfoniorkestur, kór, og nógvir aðrir góðirtónleikarar luttóku, so var altíð havt í huga, at hesi elementini skuldu ikkitaka yvir, men lata klaverið og lagið verða berandi, meðan alt hitt hevur einstuðlandi leiklut.

“Egvóni at nógv taka tónleikin til sín, og at útgávan fer at røkka um alskynsmørk. Ja, eg gleði meg at leggja hana fram”, sigur Regin, ið er komin heimtil Føroya at vitja úr Italia, har hann hevur búð saman við familjuni síðani2003.

Mikudaginber til at ogna sær fyrstu eintøkini av nýggju útgávuni MOMENTO í Reinsarínum.Sama dag, Mikudagin 2. November, verður útgávan eisini tøk á iTunes.