Bjørt Samuelsen tingkvinna hevur sett soljóðandi spurningtil Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, um útlát og handfaring av dálkandi barlastarvatni í føroyskum sjóøki.
* Nær verða reglur, sum banna skipum at lata út órreinsað barlastarvatn í føroyskum sjóøki, settar í gildi?
* Hvørjar ásetingar fyri handfaring av barlastarvatni og botnsigi frá barlastartangum, verða ásettar í ætlaðu kunngerðini?
* Á hvønn hátt er ætlanin at hava eftirlit við, at reglur fyri barlastarvatni verða fylgdar, tá hesar verða settar í gildi?
Viðmerkingar
Føroyar hava fyri árum síðani samtykt altjóða IMO-sátmálan um barlastarvatn, og sostatt fingið lóggarheimild at áseta reglur um handfaring av barlastarvatni og botnsigi í barlastartangum hjá skipum, sum sigla í føroyskum sjóøki og leggja at í føroyskum havnum. Síðani hevur biðað verið eftir eini kunngerð, sum ásetir reglurnar fyri útláti og handfaring av barlastarvatni hjá skipunum.
Eitt endamál við barlastarsáttmálanum er, at forða fyri, at skaðiligar smáverður og onnur dálking spjaðist við skipaferðslu.
Fyri eina alitjóð sum okkara, hava reglur á hesum øki serstakliga stóran týdning, tí barlastarvatn frá skipum, sum koma í føroyskt sjóøki og havnir, kunnu spjaða smittu til alivinnuna.
Í hesum sambandi er neyðugt, at myndugleikarnir gera tað, sum gerast kann og seta í gildi reglur, sum kunnu binda fyri, ella í øllum føri minka um vandan fyri smittu.
Í mongum øðrum londum eru strangar reglur fyri barlastarvatni, har í summum førum verður lóggivið út á 200 fjórðingar, men í øllum førum í nærsjóøkinum innanfyri 12 fjórðingar.
Fyrispurningurin er settur áður – seinast í novembur 2013 til undanfarna landsstýrismann í fiskivinnumálum, sum eisini umsat umhvørvismál. Og var svarið tá m.a., at bíðað varð eftir, at nóg nógv lond høvdu góðkent IMO-sáttmálan, so sáttmálin kundi fáa altjóða gildi.




