icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reglurnar fyri vali av borgarstjórum mugu broytast

Helgi Abrahamsen

Tað sum hendi í sambandi við skipanina av býráðssamgongu í Havn í gjár er hvørki nýtt ella ókent fyribrigdi í føroyskum politikki, men tað at tað hvørki er nýtt ella ókent ger tað kortini ikki rætt.

Tað sum hendi í sambandi við skipanina av býráðssamgongu í Havn í gjár er hvørki nýtt ella ókent fyribrigdi í føroyskum politikki, men tað at tað hvørki er nýtt ella ókent ger tað kortini ikki rætt.

Fyrr fóru fólk heim at sova valkvøldið, og so bleiv samgonga skipað seinni. Men eftir at onkur hevði skipað samgongu meðan onnur lógu og svóvu, bleiv tann mannagongdin broytt. Eingin tordi at lata eyguni aftur, fyrr enn samgonguskjal var undirskrivað.

Men nú er tað heldur ikki nóg mikið. Nú verða fleiri samgonguskjøl undirskrivað – fyrst eitt, sum skal ruðra onnur í svøvn, og so eitt annað sum er tað “veruliga” skjalið.

Heðin gjørdi tað sama

Tað skal ikki vera nøkur loyna, at Heðin Mortensen er undangongumaður á júst tí økinum. Fyri 12 árum síðani skrivaði hann undir samgonguavtalu við tásitandi borgarstjóra, Jan Christiansen, men aftaná var avtalan sett úr gildi, og Heðin skifti flokk og gjørdi eina nýggja avtalu.

Spurningurin er, hvat næsta stigið verður. Skulu fólk sova saman ella skulu tey binda hvønn annan, tí eitt undirskrivað skjal er eftir øllum at døma ikki nóg mikið?

Hvussu skulu borgarar hava álit á einum komandi borgarstjóra, sum stendur í Degi og Viku og sigur, at sitandi borgarstjóri hevur fingið eina dygga álitisváttan frá veljarunum, og at tað má virðast, men beint aftaná vísir hon, hvussu lítla virðing hon í veruleikanum hevur fyri júst somu álitisváttan?

Álitið á politisku skipanina

Fólk eru við at gerast troytt av hesum skitna politiska spælinum, og júst hetta fær fólk at venda politisku flokkunum bakið. Vit sóu tað so seint sum fyri tveimum døgum síðani, at fólki í USA valdi Donald Trump til forseta, tí tey eru troytt av “vanligu” politikarunum. Hvat tey fáa ístaðin veit eingin.

Eingin ivi kann vera um, at vit hava brúk fyri nýggjum reglum fyri, hvussu borgarstjórar verða valdir. Tað kann ikki vera ein treyt, at fyri at gerast borgarstjóri skalt tú svika teg til valdið. So er betri at skriva í lógina, at fyrst valdi bý- ella bygdarráðslimurin skal vera borgarstjóri, ella at borgarstjórin verður valdur beinleiðis. Eisini kundi verið hóskandi at skriva í lógina, at eftir 8 ár í sessinum, skal ein nýggjur borgarstjóri finnast.

Fyri politisku skipanina er verandi skipan als ikki nøktandi.