Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Regni Vágadal ósamdur við Hergeir Nilsen

John William Joensen

– Setanarbólkurin valdi best skikkaðu umsøkjararnar til skiparar á Smyrli og hvussu leingi ein hevur verið í starvið hjá SSL hevur einki við sakina at gera, sigur Regin Vágadal

Tá setanarviðurskiftini á Strandferðsluni vóru fyri í tinginum í gjár førdi Hergeir Nielsen fram, at tað var løgið at stjórin á strandferðsluni ikki tók menn, sum høvdu silgt í mong ár hjá Strandferðsluni í betraktning tá skiparastørvini á Smyrli skuldu setast.

Hann helt tað vera løgið at mann tók fólk uttanífrá fram um starvsfólk á Strandferðsluni.

Regin púra ósamdur
– Skal hugburðurin hjá Hergeir Nielsen verða galdandi í setannarviðurskiftum so átti jú tann, sum hevði arbeitt longst á Strandferðsluni at verið stjóri – og tað haldi eg als ikki verða rætt.

– Í samband við starvsetanirnar á Smyrli var ein setannarbólkur settur har ein bólkur við fýra persónum valdi best skikkaðu umsøkjararnar til størvini.

– Eg fylgdi tilráðingini frá setannarbólkinum og eg dugi ikki at síggja at eg skuldi handlað annaðleiðis.

– Eg haldi at málið viðvíkjandi starvsetan á strandferðsluni vísir at politikarar skullu halda seg langt vekk tá talan er um starvsetannir hjá tí almenna og halda seg til at gera reglur og yvirornaðan politikk fyri stovnarnar.

Harleyfacadeacryl