Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reiðarafelagið skal hava nýggjan formann

John William Joensen

Seinast í hesum mánaðinum verður eykaaðalfundur í Føroya Reiðarafelag í samband við bygnaðarbroytingar – og í hesum sambandi hevur Jákup Sólstein boða limunum frá at hann leggur frá sær.

Jákup Sólstein kom upp í nevndina í Reiðarafelagnum fyrst í 80 unum og í hansara tíð sum formaður varð m.a. fiskidagaskipanin samtykt í løgtinginum.

– Vit fara at lýsa til aðalfund seinast í hesum mánaðinum har bygnaðarbroytingar eru á skránni. Í dag verða nevndarlimirnir í felagnum valdir úr ymisku landspartunum og vit fara at broyta tað soleiðis, at teir ymisku skipabólkarnir fáa umboðan í nevndina.
– Eg eri 67 ár og tí boðaði eg frá á seinasta aðalfundi – at tíðin var komin hjá felagnum at velja nýggjan formann.

Fiskivinnan stóran týdning
Hóast fleiri búskaparfrøðingar vilja vera við at fiskivinnan ikki hevur so stóran týdning longur í búskapinum, so er formaðurin í Reiðarafelagnum ikki samdur í hesum.

– Tað eru kanska ikki so nógv arbeiðspláss í fiskivinnuni í dag, sum tað vóru fyrr, men eg eri ikki í iva um at hon framvegis hevur avgerandi týdning fyri búskapin.

– Gongur tað væl í fiskivinnuni – so gongur tað eisini væl í føroyska búskapinum – og hinvegin gongur tað illa í vinnuni so gongur tað eisini illa í samlaða búskapinum.

Skilagóður diktator
Jákup Sólstein ásannar at tað ikki altíð er lætt at samansjóða tey ymisku sjónarmiðini í vinnuni.

– Tó haldi eg at eg havi klára hetta sera væl – tí sjálvdan hava limir í felagnum verið misnøgdir við tað sum eg sum formaður í felagnum havi gjørt.

– Men tað koma sera ymiskar útmeldingar frá vinnuni – men hetta er ikki eindømi fyri føroyska fiskivinnu. Sama skilið er í Norra og Íslandi.

– Skal eg siga sum er – so haldi eg at eg havi verið ein skilagóður diktator og í mínari verð er skilagott diktatur – tann besta skipanin.

Stórar avbjóðingar fyri framman
Spurdur um hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman nevnir hann fiskivinnusamráðingarna við onnur lond.

– Tað eru altsamt fleiri røddir frammi, sum vilja hava útlendsku skipini burtur úr føroyskum sjógvi – og tað kemur uttan iva at ávirka framtíðar samráðingarnar við lond, sum Russland og Norra.

– Tí er spurningurin eisini hvussu leingi vit kunnu halda fram við sama fiskimynstri, sum vit kenna í dag og so er ES eisini ein spurningur.

– Men ES fiskivinnupolitikkurin kann ikki brúkast í Føroyum og tí dugi eg ikki at síggja nakra meingin í at fara upp í ES.

– Skullu vit gerast limir í ES, so mugu vit samráða okkum fram til ein avtalu har vit sjálvi sleppa at taka avgerðir viðvíkjandi føroyska fiskivinnupolitikkinum – og um tað er realistiskt – veit eg ikki.

Føroyingar meira globalir enn íslendingar
Formaðurin í Reiðarafelagnum sigur, at tað er trupult at hava eina meining um útlendska arbeiðsmegi – men í nógvum førum eru vit lagaligari enn grannalondini.
– Eg havi ikki hug til at gera viðmerkingar til at fáa bíliga útlendska arbeiðsmegi umborð á føroysk fiskiskip, tí tað málið er ikki aktuelt uttan so, at lógin verður broytt.

– Lógin sigur greitt at ein útlendingur, sum fara arbeiðsloyvi í Føroyum skal fáa føroyska tímaløn.

– Nógv hevur verið tosað um at útlendingar einans sleppa at eiga ein triðing í føroyskum vinnufeløgunum.

– Her eru vit nógv meira globalir enn eitt nú íslendingar og norrmenn. Teir loyva nevnuliga slett ikki útlendingum at eiga partabrøv í fiskivinnuni.

– Føroykir vinnulívsmenn sleppa slett ikki at keypa seg inn í norsk ella íslendsk feløg, men baði íslendingar og norrmenn kunnu keypa ein triðing í partabrøvum av føroyskum feløgum.

Fiska reyðfisk
Jákup Sólstein, skjótt fyrrverandi formaður í Reiðarafelagnum, sigur at hann ongar planir hevur um nakað – nú hann verður pensiónist.

– Eingin spyr ein 67 ára gamlan mann hvat hann ætlar sær, sigur Jákup skemtandi – og so leggur hann afturat.

– jú – eg ætli mær at fiska reyðfisk og skrubbir á Borðoyavík.

Harleyfacadeacryl