Eyðstein Poulsen er reiðari á Ågot.
– Vit trúgva ikki uppá, at skipið søkkur, men vit kunnu ikki føla okkum tryggar.
Eyðstein Poulsen er reiðari á Ågot og hann greiðir soleiðis frá støðuni:
– Eg var júst lopin í land av Ågot, tá eg sá at Slættaberg kom við nógvari ferð. Og beinanvegin sá eg, at har var heilt galið. Tíbetur var eingin mansskaði, tí fólk var umborð og arbeiddi. So tað kundi verið verri. Sum skilst var okkurt tekniskt brek umborð á Slættaberg, sum gjørdi hetta. Vit royna at halda lens og fáa pumpur umborð. Lekin er so mikið stórur, at her má eyka útgerð til. Í løtuni hongur Ågot á kúlustevninum hjá Slættaberg. Lastin er full av sjógvi, so allur fiskurin í lastini eftir ein rímuliga góðan túr er farin fyri skeyti. Men maskinrúmið er tómt og støðan í løtuni er hampuliga stabil. Men vit vita einki fyri vist, segði Eyðstein Poulsen við KVF kl. 17.00.




