At vaskað gólv uttan sápu ella brúk av kemiskum evnum, ljóðar ótrúligt, men tað er júst tað sum Sámal Bláhamar og Sonja Fuglø vísa fram í Sølustevnuni í Klaksvík í dag og í morgin.
Sámal Bláhamar, er heitur talsmaður fyri at vit fara væl um umhvørvið.
– Tað er ein ótrúlig mongd av sápu, sum hvørt húsarhald í Føroyum, hvønn dag, letur út í náttúruna.
– Vit kunnu ikki vera sápu fyriuttan, men við klútum frá ENJO verður tørvurin fyri sápu minkaður 90%.
Vaskar gólvið í KÍ-høllini.
Meðan vit tosað á básinum hjá Norðlýsinum, tekur Sámal eitt sindur av køldum vatni leggur seg niður á knæ og slettir eitt sindur á gólvið. Síðani tekur hann ER-trevjar ENJO klútin, og byrjar at turka. Skótt sæst brúnur lortur loysast burtur úr gamla gólvinum í KÍ-høllini.
– Evjan tú sært er ikki bara lortur. Stórsti parturin er gomul sápa og feitt. Eitt sindur av køldum vatni er nokk til at upploysa gomlu sápuna og so klára Micro-fiprarnar í klútinum restina. Tær eru ikki meiri enn ein 100. part av einum menniskja hárið í tvørmáti, og sleppa tí djúpt niður í hvørja foyru og klóra allan lortin upp.
Steinmund ivaðist
Steinmund Klakkstein hevði eygleitt Sámal meðan hann turkaði allan lortin burtur úr gólvinum
– Hasin klúturin má hava okkurt kemiskt evið í sær, sigur Steinmund illtrúgvin.
– Nei, hetta er ein ER-trevju klútur, sum bert tørvar eitt sindur av vatni fyri at vaska betur enn nakar sápuklútur.
– Steinmund, hevði illt við at trúgva tí sum Sámal segði, men at enda boygdi hann seg.
ENJO klúturin
kann nýttast til alt slag av vaski. Borð, Seyðarhøvd, skerpikjøt, grindalikkur o.a. er eingin trupuleiki.
Í Klaksvík er tað Sonja Fuglø, sum umboðar ENJO og tað hevur hon gjørt somikið væl at hon hevur fingið eina viðurkenning frá ENJO International.
Meiri kann lesast um fantastiska klútin á www.enjo.net, ella vitja bás nr. 29 hjá ENJO Føroyar á Sølustevnuni í Klaksvík.




