Miðnám á Kambsdali søkir eftir reingerðarfólki
Ert tú tænastusinnað/ur, álítandi og íðin, so hava vit kanska rætta starvið til tín.
Vit sóknast nevniliga eftir 3 – 4 reingerðarfólkum at vera partur av okkara tænastutoymi. Talan er um tímalønt størv og arbeiðstíðin verður avtalað einsæris eftir tørvi, men roknast kann við millum 5 og 7 tímar hvønn skúladag.
Møguleiki er bæði fyri at arbeiða í skúlatíð og uttanfyri skúlatíð.
Eisini kunnu væntast eyka uppgávur, tá eingin skúlagongd er. Starvið verður lønt sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.
Umsóknarfreistin er 12. oktober 2017 kl. 15.00. Umsóknin skal sendast til: Miðnám á Kambsdali Dalsvegur 1 Kambsdalur 530 Fuglafjørður ella við telduposti til: kambsdalur@kambsdalur.fo
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Páll Isholm, rektara, á telefon 219930 ella við telduposti til pall.isholm@kambsdalur.fo.
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




