Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Norðoya Røktarheimi, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.
Vit sóknast eftir
- Reingerðarfólki á setanarbrøki 0,5 at byrja 1. des. 2017, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður aðru hvørja viku
Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova.
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Norðoya Røktarheimi tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Førleikakrøv
- Røkin
- Skilir týdningin av góðum reinføri fyri trivnaðin og heilsuna hjá búfólkunum
- Góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða
- Spennandi og sjálvstøðugt starv
- Gott samstarv við onnur fakfólk
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tlf. +298 793430.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi fríggjadagin 17. november 2017.




