Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reinsaríið í Tórsgøtu verður spælistað

Tíðindaskriv

So hevur mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs tikið endaligu støðuna og játta peningin, sum skal gera Reinsaríið til spælistað og multifunksjónshús. Hetta fer at ríka um mentanarlívið í Havn, sigur Bogi Andreasen, býráðslimur og limur í mentamálanevndini.

So hevur mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs tikið endaligu støðuna og játta peningin, sum skal gera Reinsaríið til spælistað og multifunksjónshús. Hetta fer at ríka um mentanarlívið í Havn, sigur Bogi Andreasen, býráðslimur og limur í mentamálanevndini.

Upprunaliga vórð játtaðar kr. 450.000 til kanningar og ráðgeving at bjóða arbeiðið út í høvuðsentreprisu, men hetta varð broytt, tí umvælingararbeiðið í stóran mun best kundi skipast sum smáar einkultstandandi arbeiðstøkur, sum mugu fremjast í stigum fyri at kunna taka støðu til, hvussu farast skal víðari fram. Hetta er serstakliga grundað á, at talan er um ein gamlan bygning, sum fyrst hevur havt nógva og skiftandi nýtslu, og síðan hevur staðið tómur.

Hetta hevur havt sína ávirkan á týðandi bygningslutir, og neyðugt hevur sostatt verið at bróta niður partar fyri at fáa eina hylling á, hvussu farast skal víðari fram. Tá talan er um slíkt arbeiði, sum nærum kann samanberast við restaureringsarbeiði, verður ofta mett, at tað er sera óheppið at binda seg til eina høvuðsentreprisu í sáttmála.

Vandi er fyri at koma í ta støðu, at eitt av arbeiðinum avdúkar so týðandi trupulleikar, at neyðugt kann verða við munandi fleiri pengum fyri at fremja lidnu loysnina eftir avtaluni, sum er sáttmálabundin. Og tá hevur byggiharrin ringar møguleikar at annaðhvørt steðga á ella skifta loysn uttan stórar eykakostnaðir. Tí varð bjóðað út í smærri arbeiðstøkum.

Á fundi við Tórshavnar kommunu 16. november 2011 vísti Felagið MenTón á vantandi tónleikaumstøður í Havn, og ynski varð sett fram um, at Reinsaríið í Tórsgøtu verður spælistað. Kannað varð tí, um Reinsaríið kundi brúkast sum rytmiskt spælistað.

Nýtt uppskot

Kontrast Arkitektar hevur gjørt nýtt uppskot av Reinsarínum. Í nýggja uppskotinum, januar 2012, verður m.a. sagt:

“ Reinsaríið verður í dag eina mest nýtt til konsertir. Upprunauppskotið var, at húsið skuldi nýtast til fleiri ymisk endamál, til tónleikaframførslur, almen tiltøk, bókakafe, uppihaldsstað fyri ungdómar á útferð, herundir dag- og frítíðarstovnar.

Tað hevur verið eitt ynski at broyta ætlanina, soleiðis at møguleiki er at brúka húsið til rytmiskt spælistað. Tískil eru ávísar broytingar gjørdar í mun til fyrra uppskotið. Meira luft er nú millum hæddirnar fyri at økja um rúmd (volumen). Men annars er tankin tann sami, við einum gjøgnumgangandi multifunktionaliteti.

Byggilistarliga hugskotið byggir uppá, at samantvinna tað gamla við nakað nýtt. Innan verður tað gamla varðveitt, sum er merkisvert í sær sjálvum, og við nýggjari innrætting og nútíðar sniði fæst ein meira tíðarhóskandi og nýtiligur bygningur. Hugskotið byggir eisini uppá at fáa ein polyvalentan bygning, sum við sínum mongu tiltøkum kann broyta funktión eftir tørvi. Hetta, at hava rúmini so opin sum møguligt og funktiónirnar

mobilar.

Veghæddin skal kunna nýtast til rytmiskan tónleik, men eisini er møguleiki fyri øðrum framførslum. Pallurin verður í vestursíðuni á fyrstu hædd, við sitiplássum kring pallin, samstundis sum sitipláss verða kring opið á aðru hædd.”

Tilmælið

Samsvarandi viðmerkingum frá húsaumsitingini og byggideildini hevur Kontrast tillagað uppskotið frá januar 2012, har dentur varð lagdur á at fáa viðurskifti í lagi í sambandi við bruna, funktión, kloakk, umhvørvi, trygd, lyftu, rørslutarnað o.a.

Gjørd er tí nýggj kostnaðarmeting, har samlaði kostnaðurin nú er mettur til 6,8 mió. kr. við mvg. Ætlanin hevur verið at gera arbeiðið í stigum og í fyrsta umfari at fremja kjallarahæddina og miðhæddina. Hesin partur er mettur at kosta 3,5 mió kr. við mvg. 2,1 mió kr. vóru tøkar til endamálið og á íløguætlanini fyri 2013 eru avsettar 3 mió kr. aftrat.

Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mæltu í morgun til at játta 3 mió. kr. til Reinsaríið til at arbeiða víðari við liðugtgerðini. Mentamálanevndin samtykti einmælt at taka undir við tilmælinum og at beina málið í býráðið um fíggjarnevndina.

– Hetta fer at ríka um mentanarlívið í Havn, sigur Bogi Andreasen, býráðslimur og limur í mentamálanevndini, sum er serliga glaður um, at talan var um eina einmælta samtykt.

Bogi Andreasen, Býráðslimur

limur í mentamálanevndini