Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin

klaksvik.fo

Í vikuskiftinum kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár til Klaksvíkar. Talan er um Renaissance. Renaissance er eitt ferðamannaskip hjá Ambassador Cruise Line. Skipið er bygt í 1993 og er 219 metrar langt.

 

Pláss er umborð fyri umleið 1.100 gestum og 500 starvsfólkum. Renaissance liggur á Áninum sunnudagin frá kl. 12.00 til 23.00.