Kjarnuverksemi hjá okkum verður útgerð til trol- og línubátar; alt sum hoyrir til á einum dekki á einum trolara og síðani lína og agn, greiður nýggi stjórin frá í viðtalu við Norðlýsið
41 ára gamli havnamaðurin René Havmand hevur drúgvar royndir við trolútgerð.
Eg eri uppvaksin við troli og havi millum annað verið formaður á gólvinum hjá Vónini, umframt at eg havi verið sølumaður á Vónini. Eg var við at starta Føroya Trol í Vestmanna og havi siglt við ymsum trolarum. Harnæst varð eg liðugur við skipsførara í 2019. Tey seinastu árini havi eg siglt við trolara í Grønlandi, upplýsir René
Netastovan fer at halda til í gamla kryvjivirkinum hjá Bakkafrost á vestara armi.
Tað fyrsta vit gera er, at fáa bygningin kláran. Bygningurin og økið rundan um skal ruddast og gerast klárt til okkara virksemið. Eg vóni at vit kunnu byrjað um ein góðan mánaða, sigur René.
Vit byrjað við botntrolum, fyrsta stóra verkætlanin hjá okkum verður at fáa nýggja Gadus kláran. Tá vit hava fingið botntrol upp at koyra, so fara vit í holtur við flótitrol eisini, upplýsir René.
Bygningurin er góður til endamálið. Gólvvíddin er stór, umleið 2.250 kvadratmetrar. Plaseringin er sera góð, tí vit liggja so tætt við bryggjukantin, greiðir René frá.
Vit fara at hava brúk fyri einum 10 starvsfólkum innan tað fyrsta árið og væntandi seta vit fleiri í starv eftir ta tíð. Alingin er ein møguleiki tá vit hava etablerað okkum, men tað verður neyvan tey fyrstu árini, sigur René við Norðlýsið at enda.




