Við einum óneyðugum gulum korti í 88. minutti, tá dysturin móti B68 í veruleikanum var avgjørdur, er HB leikarin René S. Joensen komin uppá 3 gul kort í steypakappingini. Tað merkir, at hann ikki verður við, tá HB møtir Víkingi í steypafinaluni. HB hevur ikki verið í steypafinaluni síðani 2007 og ikki vunnið steypakappingina síðani 2004.
Tað merkisverda er, at hevði René fingið sær reytt kort móti endanum ístaðin, so hevði hann mist B36 dystin komandi sunnudag og ikki steypafinaluna.




