Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

René Shaki Joensen fekk seinasta plássið

Jákup Ósá

Hóast tað fyrst tóktist mest upplagt, at Kaj Leo í Bartalsstovu fekk tað og síðani Árni Frederiksberg, so endaði tað við, at René Shaki Joensen fekk einasta plássið, sum tað var ivamál um.

Nærum øll uppstillingin segði seg sjálva undan hesum dystinum. Bleiv Sølvi Vatnhamar klárur, so var einasta ivamál, hvør skuldi spæla á vinstra kanti. Kaj Leo í Bartalsstovu var kanska favorittur at fáa tað undan landsliðsvenjingunum, tí hann hevur byrjað inni allar teir seinastu dystirnar. Men undir venjing sá tað út til kanska at fara at blíva Árni Frederiksberg, meðan René Shaki Joensen meir var eitt alternativ til Sølva Vatnhamar, skrivaði in.fo fyrr í vikuni. Endin bleiv tó, at Sølvi bleiv klárur og René tekur plássið á vinstra kanti. Burtursæð frá René, so er talan um eitt føroyskt lið, har allir kenna væl sínar uppgávur og hava roynt seg fyrr við góðum úrslitum á plássum, har teir spæla í kvøld. M.a. byrjaðu 9 av teimum 11 leikarunum inni, tá Føroyar á heimavølli vunnu 2-1 á Grikkalandi í 2015. Tí er spenningurin stórur, um Føroyar kunnu megna at skapa eitt óvæntað úrslit í kvøld. 
 

Fsf.fo skrivar: Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava sett liðið til HM-undankappingardystin ímóti Ungarn, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45.

Gunnar Nielsen verður á mál, og í føroysku verjuni verða Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.

Á miðvøllinum byrja Sølvi Vatnhamar, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Rene Shaki Joensen og Brandur H. Olsen. Í álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum verða Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg, Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Páll Klettskarð, Róaldur Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal og Klæmint A. Olsen.

Dysturin millum Føroyar og Ungarn verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45.