Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renning: Renn úr Sumba til Sandvíkar

John William Joensen

Fyrsta vikuskiftið í apríl verður skipað fyri renning í Suðuroy, har runnið verður úr Sumba til Sandvíkar

Fríggjadagin 3. apríl, leygardagin 4. apríl og sunnudagin 5. apríl verður skipað fyri renning í Suðuroynni. Runnið verður úr Sumba til Sandvíkar, sum er ein teinur uppá góðar 50 kilometrar. Tó verður allur teinurin ikki runnin í einum. Ístaðin er rennitúrurin býttur í fýra "styttri" teinar.

Tað er VILT, við klaksvíksinginum Finn Johannessen á odda, sum vegna rennifeløgini Hvistan, Treysti og Bragdið, ið skipar fyri renningini. Talan verður um hugnaligar rennitúrar og als ikki um rennikapping. Afturat renningini, so verður eisini møguleiki at uppliva Suðuroynna, tí skipað verður eisini fyri ymiskum útferðum og tiltøkum fyri luttakarunum. Tveir av fyriskiparunum, Guttorm Sørensen og Finn Johannessen, siga at hetta væl kann blíva til fyrsta tiltak av fleiri, har møguleiki verður at renna í Suðuroynni í ár, Sandoynni næsta ár, Vágoynni um tvey ár o.s.fr.

Skráin fyri renningina í Suðuroynni sær soleiðis út:

Fríggjadagur 3. apríl:
17.00 Renna úr Sumba til Vágs 13 km
Felagshugni og matur

Leygardagur 4. apríl:
09.00 Renning úr Vági til Hovs 10 km
Seinnapartin verður útferð gjørd í oynni
17.00 Renning úr Hovi til Tvøroyrar 16 km
Felagshugni, matur og okkurt skemtiligt

Sunnudagur 5.apríl:
08.30 Renning av Tvøroyri til Sandvíkar 17 km
"Heilsuguðstænasta" í Hvalbiar Kirkju
Seinnapartin verður enn ein útferð gjørd.

Luttakaragjaldið er 800,- kr fyri tey, ið koma suður, íroknað er ferðaseðil, matur, gisting og luttøkugjald. Fyri luttakarar úr Suðuroynni verður kostnaðurin 200,- kr.

Tekning fer fram á vilt@vilt.fo, har upplýstast skal navn, bústaður og telefonnummar. Samstundis skal luttøkugjaldið, á 800 kr., gjaldast á konto.nr. 9181-170.980.3. 

Øll eru vælkomin at vera við, og ber til at luttaka bert í einstøkum renningum, sum t.d. úr Hovi til Tvøroyrar, um ein hevur hug til tað.