Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renning: Renna marathon í Keypmannahavn

Guttorm Sørensen

Sunnumorgunin kl. 8.30 okkara tíð fara fleiri føroyingar at luttaka í Copenhagen Marathon. Teirra millum eru Pól Sundskarð og Borgar Biskopstø úr Treystinum

Borgar Biskopstø gjørdist seinasta ár nummar tvey í FM við tíðini 2.58,02 tímar, meðan Pól Sundskarð gjørdist føroyameistari fyri veteranar við tíðini 3.13,22 tímar. Málið hjá teimum báðum er fyrst og fremst at betra sínar egnu tíðir á tí 42,195 kilometur langa marathonteininum.

Spennandi verður at vita hvussu teir fara at klára seg í Copenhagen Marathon millum hinar nærum 7.000 marathonrennararnar. Pól, sum áður vandi nógvar kilometrar og túrar, hevur hesaferð valt at fylgja ráðunum hjá Peder Troldborg, um at venja styttri teinar hvørja ferð. 

Peder Troldborg er maðurin sum vitjaði Treysti herfyri. Hann skal eisini renna Copenhagen Marathon, og er hansara mál at brúka undir 2.27,00 tímar um teinin.

Sum vit hava skilt, so verða fleiri aðrir føroyingar eisini við í Copenhagen Marathon. Teirra milum eru Karin K. Petersen, Bent Tommy Linklett, Jógvan Olsen, Niels Hansson, Ólavur Herup Olsen og Sigurð B. Justinussen. Susan Jacobsen skuldi eisini luttaka, men mátti hon tíverri geva avboð vegna skaða, sum vit hava skilt tað.

Harleywoodpaint