Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renning: Rennikapping á Fossánesi

John William Joensen

Sunnudagin 19. juli kl. 14.00 skipar Treysti fyri rennikapping fyri børn og vaksin á Fossánesi.

Nú verður høvi at renna kapp norðanfyri aftur, tí sunnudagin 19. juli kl. 14.00 skipar Treysti fyri rennikapping fyri børn og vaksin á Fossánesi.

Hetta er fimmtu ferð at Treysti skipar fyri rennikapping norðuri í Sundi. Luttøkan hevur altíð verið góð norðanfyri, og tí vónar Treysti, at hon verður góða aftur hesaferð. Kappingin er skipað á sama hátt, sum seinasta ár, har norðuri á vegnum til Skúlan á Fossánesi.

Rutur, teinar og aldursbólkar verða teir somu sum seinasta ár, og harumframt er ein bólkur komin afturat fyri superveteranar, tvs. tey sum eru fødd í 1953 ella fyrr.

Kappingarnar byrja kl. 14.00 og verður byrjað við teimum yngstu bólkunum, har tað verður kappast hvør sær fyri gentur og dreingir. Tá ein bólkur er avgreiddur, verður næsti bólkur sendur avstað. Kappast verður í hesi raðfylgju í hesum bólkum:

kl. 14.00
Gentur & Dreingir f. 2003 ella seinni – 400m
Gentur & Dreingir f. 2001-2002 – 400m
Gentur & Dreingir f. 1999-2000 – 600m
Gentur & Dreingir f. 1997-1998 – 600m
Gentur & Dreingir f. 1993-1996 – 800m

kl. 14.30
Kvinnur & Menn f. 1964-1992 – 2,4 km
Kvinnur & Menn vet. f. 1954-1963 – 2,4 km
Kvinnur & Menn supervet. f.1953 ella fyrr – 2,4 km

Heiðursmerkir, sum eru stuðlaði av Fossábúðini, verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum.

Tilmelding fer fram á staðnum millum kl. 13.00 og kl. 14.00. 

Startur og mál verður niðri á vegnum til Skúlan á Fossánesi. Børnini renna har norðuri frá og heimeftir at venda og norður aftur á mál, meðan tey vaksnu renna har norðuri frá, heim ígjøgnum Norðdepli, norður aftur eftir Ovaravegi og á mál.

Luttøkugjald kr. 20,00 fyri børn og kr. 50,00 fyri vaksin.

Øll eru vælkomin at vera við.