Bragdið bjóðar rennarum úr Føroyum og útlondum til Atlantic Airways Tórshavn Marathon leygardagin 17. juli 2004.
Fyrsta marathonrenningin var síðsta summar og hepnaðist sera væl.
Eisini ½ marathon og stuttleikarenning
Eisini verður møguligt at luttaka í hálvmarathon (21,1 km) og stuttleikarenning fyri vaksin og børn. Stuttleikarenningarnar verða tvær, ávikavist 5,8 km og 3 km. Við stuttleikarenningini er ætlanin at fáa flest møgulig út at røra seg hendan dagin uttan at seta serlig krøv til skjótleika ella tíðir. Endamálið er at hava tað stuttligt og at seta ein serligan dám á miðbýin henda dagin. Heðin Mortensen, ÍSF forseti, setur marathon-tiltakið og letur startskotið ganga.
FM-kapping í marathon
Marathon-renningin er samstundis kapping um FM heitið, og teir rennarar, sum kappast um hetta heiti, skulu verða limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt í Føroyum.
Start og mál
Marathon og hálvmarathon byrja ávikavist kl. 14 og kl. 15 í miðbýnum og enda sama stað í iðbýnum. Stuttleikarenningin fyri vaksin byrjar samstundis sum hálvmarathon. Stuttleikarenningin fyri børn byrjar kl. 15:05.
Rutan
Allar kappingarnar byrja og enda í miðbýnum. Runnið verður fyrst 5,8 km runt í Havnini. Síðan verður runnið móti Kaldbak og aftur til Havnar, fram við Strond. ½ marathon-rennarar venda áðrenn Sundsverkið. Marathon-rennarar venda í Kaldbak. Allar rutur eru uppmáldar sambært AIMS reglur. Kort yvir allar ruturnar síggjast á heimasíðuni: www.torshavnmarathon.com
Luttøkutreytir
Fyri at renna marathon skal ein hava fylt ella fylla 18 ár í ár, og fyri hálvmarathon er markið 16 ár, samstundis er miðvís marathonvenjing sjálvandi eisini ein fortreyt. Stuttleikarenningin er fyri øll og er býtt sundur í tveir bólkar. Upp til 12 ár renna 3 km, 13 ár og eldri renna 5,8 km.
Luttøkugjøld
Marathon luttøkugjaldið er kr. 250, 1/2 marathon kr. 200, stuttleikarenning 5,8 km kr. 100 og stuttleikarenning 3 km fyri børn kr. 50. Aftaná 10. juli hækkar gjaldið við kr. 50. Íroknað luttøkugjaldið í øllum bólkum er ein marathon-T-shirt og ymiskt at drekka og eta á rutuni og í máløkinum.
Marathon-veitsla
Allir luttakarar í marathon og ½ marathon kunnu melda seg til sigursdøgurða, sum verður leygarkvøld kl. 21.00. Makar eru vælkomnir við.
Tilmelding og gjald
Tilmelding kann gerast beinleiðis á heimasíðuni: www.torshavnmarathon.com. Luttøkugjaldið skal flytast á kontu í Føroya Banka 6460-168.118.6. Gjaldast má beinanvegin í sambandi við tilmelding. Tilmeldingarfreistin er 16. juli, men vit heita á allar luttakarar um at melda til í góðari tíð, soleiðis at fyrireikararnir betri kunnu fyrireika tiltakið.
Heintan av startnr.
Allir rennarar mugu heinta startnr., T-shirt o.a. í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið tann 16. juli kl. 19-22. Eisini verður møguligt at heinta startnr. í miðbýnum leygardag fyrrapart kl. 10-12.
Pastaparty
Fríggjakvøldið millum kl. 19-22 er pastaparty fyri øllum luttakarum í kantinuni á Hálsi í sambandi við útflýggjan av startnummari o.ø.
Heiðran
Allir luttakararnir, sum koma á mál, fáa marathon heiðursmerki frá Føroya Sparikassa. Vinningar verða flogseðlar frá Atlantsflog til nr. 1, 2 og 3 hjá kvinnum og monnum í marathon. Lutakast verður millum allar luttakarar um flogseðlar frá Atlantsflog o.ø. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3 í øllum bólkum. Føroya Sparikassi letur gávukort um nýtt rutumet verður sett hjá kvinnum og monnum í marathon.
Drykkjuvørur og fyrstahjálp
Á rutuni ber til at fáa vatn og saft fyri hvørjar 5 km. Eisini verða fyrstahjálparar til reiðar á rutuni. Í máløkinum verða eisini drykkjuvørur og annað gott at fáa.
Bólkar:
Marathon Menn
1. Bólkur, 18-39, Føddir 1965-1986
2. Bólkur, 40-49, Føddir 1955-1964
3. Bólkur, 50+, Føddir 1954 ella fyrr
Marathon Kvinnur
1. Bólkur, 18-39, Føddar 1965-1986
2. Bólkur, 40+, Føddar 1964 ella fyrr
Hálvmarathon Menn
1. Bólkur, 18-39, Føddir 1965-1988
2. Bólkur, 40+, Føddir 1964 ella fyrr
Hálvmarathon Kvinnur
1. Bólkur, 18-39, Føddar 1965-1988
2. Bólkur, 40+, Føddar 1964 ella fyrr
5,8 km Menn
Ein Bólkur, 13+, Føddir 1991 ella fyrr
5,8 km Kvinnur
Ein Bólkur, 13+, Føddar 1991 ella fyrr
3 km Dreingir
Ein Bólkur, -12, Føddir 1992 ella seinni
Mælt verður til, at foreldur renna við børnum, ið eru yngri enn 7 ár.
3 km Gentur
Ein Bólkur, -12, Føddar 1992 ella seinni
Mælt verður til, at foreldur renna við børnum, ið eru yngri enn 7 ár.




